 
                
                        
Stóra steypavikuskifti hjá Fótbóltssambandinum verður á Tórsvølli næsta vikuskifti, har steypafinalurnar hjá gentum, dreingjum, kvinnum og monnum eru á skránni. Ein verður tó longu í kvøld - sum skilst verður partur av Víkinga-liðnum á námsferð næsta vikuskifti, og tí verður finalan leikt nú. 
Víkingur skal spæla móti steypavinnarunum frá í fjør. Klaksvíkingar vunnu 3-1 á B36 í finaluni í fjør, og fleiri av leikarunum frá tí liðnum ganga aftur í ár.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/09/11/615x455/b36-kí-u15-6.jpg)
Silas Gaard í finaluni í fjør - hann og hinir KÍ'arnir skulu royna at endurvinna steypið (Mynd: Sverri Egholm) 
Finaluliðini eru jøvn í stigum í tøttu landskappingini hjá U15. Bæði hava 18 stig og eru eitt stig aftanfyri B36 á 1. plássi. Víkingur hevur leikt 9 dystir - KÍ 8. Í hálvfinalunum  í steypakappingini vann KÍ 4-2 á ÍF og Víkingur 4-0 á FC Hoyvík.
Lagt er upp til eina tætta og spenanndi finalu, ið verður leikt á uttanveltaðum vølli við Løkin í Runavík. Fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Til ber at stroyma finaluna á youtubesíðuni hjá FSF-varpinum (leinkja verður løgd út á fsf.fo seinni í dag)
.jpg) 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald