Fótbóltur

Fyrsta steypafinalan verður spæld í kvøld

U16-genturnar hjá KÍ og Skála bresta saman klokkan 19 á Tórsvølli. Samanlagt eru ellivu feløg umboðað í ársins steypafinalum - finalur eru næstu kvøldini og stóran part av leygardegnum.

Aftur í ár eru U16 genturnar hjá Skála í finaluni um Eilif Arge steypið - tær spæla á Tórsvølli móti KÍ klokkan 19, og Televarpið vísir dystin (Mynd: Bjarni Enghamar)

Aftur í ár eru U16 genturnar hjá Skála í finaluni um Eilif Arge steypið - tær spæla á Tórsvølli móti KÍ klokkan 19, og Televarpið vísir dystin (Mynd: Bjarni Enghamar)

2024-10-02 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur og B36 verða oftast at síggja, nú ársins steypafinalur hjá gentum og dreingjum - kvinnum og monnum standa fyri framman. Tilsamans ellivu feløg eru umboðað í teimum í alt níggju steypafinalunum, sum verða á Tórsvølli í næstum.

Hetta steðfestir FSF á heimasíðu sínari

Víkingur og B36 eru í fýra finalum, KÍ og Skála eru í tveimum, meðan B71, ÍF, HB, NSÍ og FC Hoyvík, umframt 07 Vestur og MB, ið hava felagslið í kappingini fyri gentur U13, eru í einari finalu.

Les eisini: B36 og Vìkingur best umboðað

Ársins fyrsta steypafinala verður í kvøld, mikukvøldið 2. oktober. Tað eru U16 genturnar hjá KÍ og Skála, sum skuldu fara at dystast um Eilif Arge steypið.

Hildið verður á hóskvøldið, tá U21 finalan verður spæld. Fríggjadagin eru tvær finalur á skránni, og leygardagin 5. oktober er tann stóri finaludagurin, tá fýra steypafinalur verða á Tórsvølli.

Televarpið vísir allar steypafinalurnar. Sí skránna niðanfyri.

Skráin:

Mikudagin 2. oktober
U16 gentur
KÍ – Skála (kl. 19:00)

Dómari: Annika Breiðaskarð

Hósdagin 3. oktober
U21
B71 – ÍF (kl. 19:30)

Dómari: Leivur Zachariassen

Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur
B36 – 07 Vestur/MB (kl. 17:30)

Dómari: Ørvur Mortensen

Minna steypakapppingin, kvinnur
FC Hoyvík – Skála (kl. 19:30)

Dómari: Dávid W. Sjóstein

Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir
B36 – Víkingur (kl. 10:30)

Dómari: Dominick Troleis

U15 dreingir
Víkingur – B36 (kl. 12:30)

Dómari: Jákup V. Larsen

U17 dreingir:
KÍ – Víkingur (kl. 15:15)

Dómari: Heri Wang Danielsen

Kvinnur:
Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)

Dómari: Andrass Frederiksberg

Ársins síðsta finala verður leygardagin 2. november klokkan 17:00, tá B36 og HB bresta saman um Løgmanssteypið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder