Í næstu viku verða seks ungdómsfinalur spældar á Tórsvølli. Hálvfinalurnar hjá U21 og U17 (menn og dreingjum) eru spældar í vikuni, og nú er millum annað greitt, at Víkingur er við í øllum "ungdómsfinalunum" hjá dreingjum (U13, U15 og U17), meðan nakað smærri feløg skulu spæla finalu hjá U21.
Sí eisini: ÍF og B71 spældu seg í U21-finaluna
Fótbóltsíðan bolt.fo hevur gjørt eitt yvirlit. Har verður millum annað víst á, at Víkingur verður í øllum fýra finalunum á longsta degnum, 5. oktober. Umframt dreingjaliðini spæla kvinnurnar eisini steypafinalu tá - allarhelst móti NSÍ.
Samanlagt eru Víkingur og B36 best umboðað í ungdómsfinalunum við trimum liðum og samanlagt fýra liðnum - ávikavist kvinnum og monnum eisini.
Ungdómsfinalur:
Mikudagin 2. oktober
U16 gentur
19.00: KÍ - Skála
Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur
17.30: B36 - 07 Vestur/MB
U21 (menn)
19.30: B71-ÍF
Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir
10.30: B36-Víkingur
U15 dreingir
12.30: Víkingur-B36
U17 dreingir
15.30: KÍ-Víkingur
Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli.
Umboðað í ungdómsdeildunum:
3: Víkingur og B36
2: KÍ
1: B71, ÍF, Skála og 07 Vestur/MB
Vaksin:
05.10 kl. 18.30: Víkingur- (helst NSÍ)*
02.11 kl. 17.00: B36-HB (løgmanssteypið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald