Fótbóltur

ÍF og B71 spældu seg í U21-finaluna

Tey feldu ávikavist B36 og 07 Vestur í gjárkvøldið - talan verður um søguliga steypafinalu 4. oktober.

B71 er oddalið í U21-kappingini og nú eisini í steypafinaluni. Sandoyingar vunnu málríka hálvfinalu á heimavølli í gjárkvøldið (Mynd: B71)

B71 er oddalið í U21-kappingini og nú eisini í steypafinaluni. Sandoyingar vunnu málríka hálvfinalu á heimavølli í gjárkvøldið (Mynd: B71)

2024-09-24 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða ungir sandoyingar og fuglfirðingar, sum skulu spæla um Thomas Dam Intersport steypið á Tórsvølli um tíggju dagar. Hetta er greitt eftir hálvfinalurnar, sum vóru í gjárkvøldið.

Hetta er eisini søguligt, tí hvørki B71 og ÍF hava verið í finaluni síðani U21 fór av bakkstokki. B71 var millum annað við í U14-finalu í 2016, men tað er rímiliga langt ímillum, at hesi feløgini eru umboðaði í steypafinalum.

At B71 skal spæla finalu í ár, er tó ikki so óvæntað. Liðið er á odda í A-bólkinum  og harvið á FM-kós.

Tað endaði 4-3 í gjárkvøldið, tá 07 Vestur vitjaði, men tað var samanlagt ikki heilt so spennandi, sum úrslitið sigur. Útiliðið legði seg gamaní á odda tíðliga, B71 brendi síðani eitt brotsspark, men fimm minuttir inn í seinna hálvleik var 4-1: Julian Frankieson og Sproti úr Dímun skoraðu, áðrenn innskifti Jónatan Kjærbo gjørdi bart. Skopuningurin er ein, sum tey væntað nógv av í B71. Hann er júst vendur aftur frá skaða, og í hálvfinaluni skoraði Jónatan við beinleiðis hornasparki og frísparki.

07 Vestur fekk yvirtakið aftur, og tveir av teirra ungu og evnaríku spælarum - Julian Mouritsen (Betrideildar-spælari) og Lucas Gardar - minkaðu um munin. Málið til 4-3 kom tó langt inni í yvirtíðini, og stutt seinni kundu teir í gulum og bláum veruliga fegnast eftir síðsta bríksl. B71 sendi FM-vinnararnar frá í fjør út og kann vinna greipuna í U21.

[object Object]B71-fagnaður eftir eitt av teimum fýra málunum

[object Object]Stór løta fyri felagið (Myndir: B71)

Í Fuglafirði vóru eisini nógvir áskoðarar og stór frøi, tá ungu lokalu menninir spældu seg í steypafinaluna. B36 var á vitjan við nógvum spælarum, sum hava myndað góða 1. deilarliðið í ár, men ÍF var omaná í tætta dystinum. ÍF spælir annars í B-bólkinum, meðan B36 er á 2. plássi í A-bólkinum í landskappingini.

Rúnar Johnsson gjørdist avgerandi. Kviki áleyparin hevur skorað 17 mál í 2. deild í ár. Hann legði ÍF á odda í 25. minutti. Jógvan Gullfoss, sum hevur spælt fleiri Betrideildardystir í seinastuni, javnaði seint í dystinum, men nakrar minuttir seinni stútaði Rúnar innlegg frá Bergi Jacobsen í netið til 2-1.

Hetta varð endaliga úrslitið í Fløtugerði, og 4. oktober skal ÍF dystast við B71 um steypið.

[object Object]Rúnar Johnsson stútar her bóltin í málið hjá B36 til 2-1 

[object Object]Stórur fagnaður í skiftingarrúminum hjá ÍF (Mynd: if.fo)

Hálvfinalur í U21-steypakappingini:
Mánadagin 23.09

B71 - 07 Vestur 4-3 (3-1)
Sí meira um dystin her

ÍF - B36 2-1 2-1 (1-0)
Sí meira um dystin her

Ein hálvfinala verður spæld - tað er ikki heima og úti.

Finalan um Thomas Dam Intersport Steypið:
Fríggjadagin 4.10 á Tórsvølli
B71 - ÍF

Tøl: FaroeSoccer og FSF

Aðrar keldur: if.fo og B71 (Facebook)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder