Fótbóltur

Fyrsta steypið hjá HB-kvinnum í seks ár

Sigurin á KÍ leygardagin var søtur fyri tær í reyðum og svørtum. HB er næstmest vinnandi felagið á kvinnusíðuni - nú við sjey steypagullum og sjey FM-heitum.

Nú hevur HB prógvað, at liðið kann koppa KÍ í heilt stórum dysti - Víkingur og NSÍ vórðu eisini feld á vegnum til finaluna (Mynd: Sverri Egholm)

Nú hevur HB prógvað, at liðið kann koppa KÍ í heilt stórum dysti - Víkingur og NSÍ vórðu eisini feld á vegnum til finaluna (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-30 19:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2019 vann HB fyrsta steypið á kvinnusíðuni í 18 ár. KÍ hevur vunnið nógv tey flestu steypini hesa øldina, og tá onnur vunnu FM ella steypakappingina millum 2002 og 2018, vóru tað EBS/Skála (2), AB (1) og B36 (1)

Hesaferð gjørdist steypaturkurin ikki eins langur hjá næstmest vinnandi føroyska felagnum innan kvinnufótbólt. HB vann leygarkvøldið sítt 14. stóra steyp, síðani skipan kom á í 1985.

Sí eisini: Undirtippaða HB koppaði KÍ

Sí myndir av Tórsvølli her

[object Object]

[object Object]
Stórur HB-fagnaður á Tórsvølli leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Við 1-0 sigrinum á KÍ, eftir mál frá Rúnu Jacobsen, hevur HB nú sjey steypagull og sjey FM-heiti.

Sí eisini: Sunniva Willemoes Dal Christiansen: - Longstu 10 minuttirnir í mínum lívi

Liðið hjá Lukasz Cieslewicz hevur nógvar ungar og evnaríkar spælarar - nógvar sum eru uppvaksnar í HB og so aðrar, sum eru komnar aðrastaðni fyri at menna seg.

Nú hevur HB prógvað, at tað ber til at koppa KÍ í heilt stórum dysti - Víkingur og NSÍ vórðu eisini koppaði á vegnum til finaluna.

HB fer helst at enda við bronsu í landskappingini og minst sjey stigum fleiri enn í fjør. Málið næsta ár man helst vera at bjóða KÍ og NSÍ.

Tøl: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder