Fótbóltur

Undirtippaða HB koppaði KÍ

HB-kvinnur vunnu steypafinaluna 1-0 móti stórfavorittunum KÍ.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-27 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB-kvinnur vunnu í kvøld 1-0 móti KÍ og eru harvið steypavinnarar 2025.

Tað var annars KÍ, sum undan dystinum var greiður favorittur, og klaksvíkskvinnur løgdu eisini út sum eitt óløgið.

Eftir fyrsta korterið var farið kom HB meira inn í dystin, og eftir knappan hálvan tíma bragdaði. Rúna Jacobsen eftir horna til 1-0.

Fleiri mál komu ikki í dystinum hóast KÍ legði eitt øgiligt trýst.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2019, at HB er steypavinnari hjá kvinnum.

KÍ - HB 0-1 (0-1)
29' Rúna Jacobsen 0-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder