placeholder
Fótbóltur

Fyrsta steypið í seks ár hjá Manchester United

Casemiro og Rashford skoraðu stutt fyri steðgin á Wembley, og Newcastle megnaði ikki at svara aftur. Hetta er sætta League Cup/Carabao Cup-steypið í søguni hjá stórfelagnum.

Casemiro skoraði leiðslumálið og hevur royndi vinnarin gjørt stóran mun fyri Manchester United (Mynd: EPA)

Casemiro skoraði leiðslumálið og hevur royndi vinnarin gjørt stóran mun fyri Manchester United (Mynd: EPA)

2023-02-26 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Erik ten Hag og fleiri nýggir spælarar hava seinastu mánaðirnar grundleggjandi verið við til at broytt Manchester United á ymsan hátt, og nú er eitt steyp komið burturúr. Talan er um eitt lutfalsliga lítið steyp - bæði ítøkiligt og á yvirførdan hátt - men hetta er fyrsta steypið í seks ár hjá stórfelagnum, og tað vitnar um, at United í øllum førum er nærri einari nýggjari stórari tíð.

Hetta var fyrsta finalan hjá Newcastle síðani FA Cup-finalan á gamla Wembley. Eins og tá, var tað ímóti Manchester United, og eins og tá endaði tað við 2-0 ósigri. Í 33. minutti komu teir í reyðum á odda eftir frálíkt frísparksinnlegg frá Luke Shaw út vinstru og góðan stútara frá Casemiro. 31-ára gamli brasliumaðurin kom úr Real Madrid síðsta summar fyri beint yvir 70 milliónir pund, og miðvallarin hevur gjørt stóran mun, og tað er týðiligt, at hann vil vinna uppaftur meira.

Tað gingu ikki nógvir minuttir, til bólturin lá aftanfyri Loris Karius aftur. Eftir eitt slag av bandaspælið við Weghorst, fekk Marcus Rashford pláss í brotsteignum, og vandamikli onglendingurin sendi - umvegis fótin hjá Sven Botman - bóltin uppum Karius.

[object Object]

[object Object]Mynd: EPA

Newcastle royndi eftir steðgin. Alexander Isak varð skiftur inn, og serliga Saint-maximin vísti tenn. Nakrar spentar støður vóru eisini í United-brotsteignum, og boð vóru eftir De Gea, men menninir hjá ten Hag vóru stinnir, og kundi eisini økt nakrar ferðir í samband við kontraálop.

Manchester United er eitt nógv vinnandi felag, men tað tykist langt síðani, at liðið hjá Jose Mourinho lyfti tvey steyp - eitt í Stokkhólmi eftir Europa League-finaluna móti Ajax og eitt á júst Wembley í League Cup. Hetta var í 2017; í løtini jagstra Erik ten Hag og hansara menn millum annað heiður í Europa League.

[object Object]
[object Object]
Myndir: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder