Annað

Fyrsta ToppRoss-uttandurakapping 2021

Gongulagskapping var á ríðibreytini í Havnardali um vikuskiftið.

2021-05-03 11:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann fyrsta av fýra TopRoss-uttandurakappingunum í ár var í Havnardali um vikuskiftið. 

Nógv pør høvdu meldað til, og veðrið var gott, hóast rættiliga kalt var og okkurt kavaæl. Fyri rossini bilar kuldin sjáldan – tað er ofta verri, um tað er ov heitt, men tað var so als eingin trupulleiki í vikuskiftinum.

Kappast var í hesum greinunum:

T1, T2 og T7 – tølt
Hetta eru ymiskar tøltkappingar, har T1 er hægsti flokkur. Í T1 skal skjótt og spakuligt tølt vísast, umframt tølt við ferðøkingum, har riðið verður skjótt eftir langsíðunum og spakuligt eftir stuttsíðunum.

Í T2 skal spakuligt tølt vísast, síðani tølt við valfríari ferð og at enda tølt við sløkum teymum – tvs. at reiðfólkið skal klára at halda rossið í tølti uttan at hava teymsamband.

T7 er ein lættari flokkur, har spakuligt tølt og tølt við valfríari ferð skal vísast.

V1 og V5 – fjórðgongd
Her skulu fýra gonguløg vísast: Fet, trav, tølt og lop. Munurin á flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast.

F1 – fimmgongd
Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at flestu teirra hava fimm gonguløg: Fet, trav, tølt, lop og skeið. Í F1 skulu øll hesi gonguløgini vísast, og skeiðið er stuttligt at síggja, tá tað riggar. Rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á. Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at banin er heldur stuttur, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 metrar.

Innleiðandi umførini vóru fríggjadagin. Leygardagin vóru so finalurnar á skránni. Tað er altíð spennandi til fyrstu uttandurakappingina at síggja, hvussu fólk og ross hava ment seg eftir ein langan vetur við nógvari venjing.

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Heri  Djurhuus Dahl og Brá frá Tjranarstöðum
Nr. 3 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

T1 Ung
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed
Nr. 3 Elma Laksafoss og Gjafar frá Grund II

T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Kamilla frá Árbakka
Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli

V1 ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur frá Frisendal
Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð og Spegill frá Hodsager

V5
Nr. 1 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
Nr. 2 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði
Nr. 3 Bryndis Hjartardóttir og Kráka frá Ósabakka 2

T7
Nr. 1 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
Nr. 2 Anna Maria Holm Nolsøe og Eik frá Sólheimum
Nr. 3 Gunnar Grækarisson og Kraftur frá Tindsgarði

F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Elisabeth Niclasen og Litbrá frá Brávöllum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder