Betrideildin hjá monnum byrjar við dysti millum 07 Vestur og ÍF í Sørvági, samstundis sum stórsteypadysturin millum KÍ og NSÍ hjá kvinnum verður spældur á Tórsvølli.
Áðrenn hesar dystirnir eru teir fyrstu dystirnir í næstbestu deildini hjá monnum lidnir, og tveir aðrir eru í gongd.
1. deild menn, 1. umfar - í morgin
1 | 04-03-2023 kl. 14:00 | - | ||||
1 | 04-03-2023 kl. 14:00 | - | ||||
1 | 04-03-2023 kl. 19:00 | - | ||||
1 | 04-03-2023 kl. 16:00 | - | ||||
1 | 04-03-2023 kl. 16:30 | - |
(Kelda: Faroesoccer)
Fýra lið dystast um tvey uppflytingarpláss. Tey næstbestu liðini hjá teimum ovastu seks liðunum í Betrideildini í fjør eru eisini umboðaði - EB/Streymur og B68 sum uppflytarar og avloysa tey næstbestu liðini hjá NSÍ og 07 Vestur.
B68 hevur fyri fyrstu ferð síðani 2012 sítt næstbesta lið í 1. deild, og fær hetta í morgin liðið ein elddóp móti besta liðnum hjá grannunum á útivølli - leiklutirnir eru býttir nakað um á eystara armi av Skálafjørðinum. Liðið hjá Sámal Erik Hentze hevur fingið styrk av Andra Benjaminsen og Steffani Løkin úr júst B68, og Kristian Joensen verður í málinum. Fleiri royndir spælarar valdu eisini at halda fram, og tað kann ikki væntast at steðgurin hjá NSÍ í næstbestu deildini - tann fyrsti síðani 1996 - verður langur.
B68 sendi NSÍ niður við Løkin í oktober - jagstrainin hjá teimum í gulum og svørtum eftir uppflytingarplássi byrjar móti næstbesta liðnum hjá toftamonnum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið hinumegin fjørðin hevur eisini royndan venjara í Paula Poulsen, og hóast ein ikki eins royndan spælarahóp, so heldur millum annað Jákup Jaokbsen fram, og spenanndi ungir spælarar bjóða seg fram. Eisini er ein portugisiskur áleypari nú á Skála; ein ið ÍF ikki valdi at skriva sáttmála við. Hann skoraði einsamalla máli í venjingardysti móti júst ÍF leygardagin, og í morgin skal hann royna at skora á Sandi. B71 hevur mist millum annað Jonas Warner (B68) og Áka Hentze (Danmark), og viknar hetta um miðvøllin. Um sandoyingar av álvara fara at kunna bjóða av um uppflyting fæst helst eit greiðari svar uppá seinnapartin í morgin.
FC Hoyvík, ið hevur verið fyri einum slagi av samanleggin við Undrið, skal spæla í Klaksvík. Næstbesta liðið hjá KÍ hevur norskar venjarar og ein rímiliga royndan hóp til hetta støði, og er hetta ein áhugaverd styrkisroynd hjá liðnum hjá Jens Martini Knudsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald