2019-02-03 20:45
Mánadagurin 4. februar verður ein søguligur dagur fyri føroyskan fótbólt, tá fyrsta venjing hjá Fótbóltsakademi Føroya verður í Marghøllini í Vági. Tað skrivar Fótbóltsakademi Føroya.
Tilsamans 23 leikarar ganga á Fótbóltsakademinum og venjarir eru Jón Pauli Olsen og Sigfríður Clementsen.
Fyrsta venjingin verður í Marghøllini kl. 12:45 mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald