Tað var ein søguligur HM-undankappingardystur, sum í dag varð spældur millum mannlandsliðini hjá Norður- og Suðurkorea.
Hetta var nevniliga fyrstu ferð, at londini skuldu spæla móti hvørjum øðrum í einari HM-undankapping síðan 2009 og fyrstu ferð síðan 1990, at liðini dystaðust í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.
Tá liðini hittust í Norðurkorea fyri 29 árum síðani var talan um ein vinardyst, men í dagsins dysti vóru stig uppá spæl.
Dysturin endaði 0-0.
Norður- og Suðurkorea hava nú bæði spælt tríggjar dystir, og hava tey í løtuni bæði sjey stig.
Norðurkorea og Suðurkorea vóru í kríggi í árunum 1950 – 1953. 27. juli í 1953 samdust londini um eina vápnahvíld, men eingin formlig friðaravtala varð nakrantíð gjørd millum londini, og fekk kríggið tí ongantíð ein veruligan enda.
Eitt nú luttóku tjóðirnar við einum samlaðum íshockeyliði við leikarum úr bæði Norður- og Suðurkorea, seinast olympisku vetrarleikirnir vóru.
Londini hava eisini luttikið saman í stórari borðtenniskapping, og hava tey eisini, sambært DR, umhugsað at deilast um vertskapin til OL í 2032.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald