Fótbóltur

Fyrsti føroyski spælarin í einum Champions League bólkaspæli

17-ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen kom á vøllin, tá eitt korter var eftir í París. Stór løta hjá ungu hoyvíkskvinnuni og BK Häcken vann óvæntað 2-1.

Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi søguligan dyst við svenska felagnum í kvøld (Mynd: BK Häcken)

Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi søguligan dyst við svenska felagnum í kvøld (Mynd: BK Häcken)

2023-11-15 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum heilt ung spældi hon við HB, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar at royna seg - saman við beiggjanum Heina Fossdalsá Sørensen. Hon vísti eisini skjótt stórt hegni. So mikið nógv at DBU vildi hava hana á donsku ungdómslandsliðini.

Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur seinastu árini spælt við U16- U17- og U19-landsliðunum hjá Danmark og verið ein umráðandi spælari har. Hon breyt eisini ígjøgnum í bestu deildini við FC Nordsjælland í fjør, og í summar skifti Jóhanna til svenska felagið BK Häcken.

17-ára gamla gávaða hoyvíksgentan hevur spælt nakrar dystir í Damallsvenskan, har felagið frá Göteborg endaði við silvurkrónunum. Hammarby hevði betri málúrttøku.

Liðið er eisini í Champions League, og í síðsta mánaða spældi svenska liðið seg í bólkaspælið við samanløgdum sigri á niðurlendska Twente. Jóhanna Sørensen var í hópinum til báðar dystirnar men kom ikki á vøllin - tað gjørdi hon í kvøld.  

BK Häcken spældi í París í fyrsta bólkaspælsdystinum. Útiliðið gjørdi bart og vann óvæntað. Paris FC minkaði um munin til 2-1 í 59. minutti, og eitt korter seinni varð Jóhanna skift inn. Harvið gjørdist hon søgulig, tí hon er fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt í einum Champions League-bólkaspæli. Hetta er hægsta kappingin fyri feløg hjá UEFA.

Til ber at síggja allan dystin her - Jóhanna kemur á vøllin beint áðrenn 1.43.00 

Tað eydnaðist at halda fast í leiðsluni. Svenska felagið spælir longu aftur í næstu viku. Tá vitjar Real Madrid á Bravida Arena, har KÍ sló mansliðið hjá Häcken út úr Champions League í summar. Eitt annað stórlið er í bólkinum: Enska meistaraliðið Chelsea. Harvið kann Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum fyllur 18 ár síðst í mánaðinum, av álvara sleppa at royna seg næstu tíðina.

Kringvarpið gjørdi samrøðu við Jóhannu fyrr í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder