Føroysku fótbótskvinnurnar høvdu eitt gott 2025. 2026 byrjaði við javnleiki á Kypros (venjingardystur) og tapi í Grikkalandi (2-0)
Hetta var fyrsti dystur í undankappingini til HM 2027. Føroyar høvdu sínar møguleikar, meðan tað var 1-0, og í dag fer man eftir grikkum á heimavølli. Grikkaland stendur tó á pappírinum sum favorittur.
Sí eisini: Skulu hava tamarhald á dystinum
Hetta er fyrsti heimadystur í ár. Talan verður um landsdyst nummar 100 hjá Heidi Sevdal, um NSÍ-áleyparin sum væntað fær minuttir.
Harvið verður Heidi Sevdal tann fyrsti føroyski fótbóltsspælarin, ið spælir trýsiffrað tal av A-landsdystum.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald