Í Hesum døgum er HM í dart, ið verður leikt í Alexandra Palace í London.
Nøkur av stóru nøvnunum eru sligin út úr kappingini tíðliga. Millum annað var Raymond Van Barneveld, ið vann kappingina í 2007, sligin út í fyrstu rundu, meðan Rob Cross ,ið vann HM fyri tveimum árum síðani, tapti í aðru rundu. Eisini var Michael Smith, ið var í finaluni í fjør sligin út í aðru rundu.
Tvær kvinnur eru við til HM, japanska Mikuru Zuzuki, ið var sligin út í fyrstu rundu, og Fallon Sherrock úr Onglandi sum í gjár gjørdist fyrsta kvinnan, ið vann ein HM dyst, tá hon í fyrstu rundu vann á Ted Evetts.
Michael van Gerwen úr Hollandi, ið hevur vunnið HM tríggjar ferðir, millum annað í fjør, er stórur favorittur til at vinna kappingina.
HM í Dart heldur fram til 1. januar tá finalan verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald