Fótbóltur

Fyrsti ósigur hjá HB í yvir tríggjar mánaðir

Liðið hjá Adolfo Sormani hevði vunnið samanlagt 15 dystir á rað undan dystinum á Svangaskarði í kvøld, har B68 gjørdi bart.

Júst 15 vikur síðani at HB seinast tapti. Í kvøld eydnaðist ikki Mohammed Samba og hinum at skora á Svangaskarði - hósdagin vitjar HB aftur í Sarpugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Júst 15 vikur síðani at HB seinast tapti. Í kvøld eydnaðist ikki Mohammed Samba og hinum at skora á Svangaskarði - hósdagin vitjar HB aftur í Sarpugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-28 23:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15. mars tapti HB 2-1 fyri Víkingi í 2. umfari í Betrideildini. Eftir hetta vann HB 15 dystir ár rað - 12 í landskappingini og tríggjar í kappingini um Løgmanssteypið.

Júst 15 vikur eftir dystin í Sarpugerði tapti HB aftur eitt fríggjakvøld í Eysturoynni. Hesaferð var tað á Svangaskarði móti B68, sum lyfti seg uppum niðurflytingarstrikuna fyri fyrstu ferð síðani 1. umfar.

Sí eisini: HB snávaði á Svangaskarði

17-ára gamli Bartal Páll Klein, sum spældi síni fyrstu fótbóltsár í HB, gjørdi sær dælt av, at Viljormur Davidsen gleið við bóltinum í egna brotsteigi.

B68 vardi borg restina av dystinum og við flottum sigri fyri liðið hjá Jákupi á Borg, varð punktum sett fyri ógvuliga flottu røðina hjá Adolfo Sormani og hansara monnum.

[object Object]
B68 helt HB frá at skora á Toftum og fekk trý kærkomin stig - 32 stig skiltu liðini áðrenn dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fá høvdu væntað, at HB fór at vera heilt frammi við í oddastríðnum í ár. Í løtuni eru HB og Víkingur jøvn í stigum. Víkingur spælir móti EB/Streymi í Sarpugerði klokkan 17 í morgin. Hósdagin 4. juli vitjar HB aftur har - so er spurningurin, um enn ein HB-sigursrøð byrjar tá, og um liðið megnar at fóta sær í stríðnum aftur.

Tøl: FaroeSoccer

Betrideildin menn, 15. umfar
B68 - HB 1-0 (1-0)
27' Bartal Páll Klein 1-0

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
83' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
90+5' Árni Frederiksberg 1-2

Les eisini: KÍ avstað við øllum í Runavík

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 39 stig
2. HB 39 stig*
3. KÍ 33 stig *
4. NSÍ 25 stig *
5. B36 20 stig
6. 07 Vestur 18 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig*
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri

Dagført: 23.39

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder