2024-09-14 13:46
FC Roskilde fekk í gjár fyrsta sigurin hetta kappingarárinum.
Hørður Askham og teir í Roskilde tóku ímóti Hvidovre IF á heimavølli og vunnu 2-0.
Oliver Juul Jensen legði Roskilde á odda í áttanda minutti, og níggju minuttir fyri leiklok økti Selim Baskaya sigurin við brotssparki.
Føroysk landsliðsmiðverjin fekk fulla spælitíð og var við at halda málið reint. Hørður fekk gult kort í dystinum.
Við sigrinum kemur FC Roskilde upp á fýra stig, og liggur framvegis á næstaftasta plássi í næstbestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald