Fótbóltur

Fyrsti sigurin í undankappingini komin í hús

Tvey mál uppá fýra minuttir tryggjaði tey trý stigini, tí so kostaði gávan til Moldova í 84. minutti einki. Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda við góðum stútari eftir flott álop miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Heini Vatnsdal økti við sínum fyrsta landsliðsmáli.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-09-07 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani 15. oktober 2019 hevur føroyska A-landsliðið hjá monnum vunnið ein undankappingardyst, og fyri fyrstu ferð síðani tann dagin hava Føroyar vunnið ein heimadyst, har tað hava verið meira enn nakrar heilt fáir áskoðarar.

Føroyar tóku av møguleikarnum at basa tí á pappírinum veikasta liðnum í bólkinum á heimavølli, og tóku av tí løtuna í dystinum har man helst var mest omaná. Í 63. minutti vórðu Jákup B. Andreasen og Jóan Símun Edmundsson skiftir inn, og samstundis skifti Håkan Ericson til eina 4-4-2 leikskipan. Hetta eydaðist heilt væl, og 1-0 málið var ógvuliga flott gjøgnumført: Góðar bóltflytingar í vinstru, síðani Jákup sum skifti spælið yvir til Hall Hansson, sum úr stórum 25 metrum svingaði innarusíðuna og fann væl Klæmint Andrasson Olsen, ið hevði runnið púra rætt. Rituvíkingurin sveimaði og stútaði sítt 7. landsliðsmál inn og Føroyar á odda.

Les eisini: Málleyst á Tórsvølli

Tríggjar minuttir seinni, eftir ein stóran málmøguleika, fingu okkara trýst bóltin inn eftir gott horna frá Brandi Hendrikssyni Olsen, ið stríddi seg ígjøgnum 85 minuttir hóast nakað av trupulleikum við knænum, úr vinstru. Málverjin bjargaði heilt væl royndini frá Jákupi mitt fyri, men Heini Vatnsdal fylgdi væl upp, og vágbingurin, ið var stinnur í miðverjuni, fekk sítt fyrsta landsliðsmál. 

Tað líktist meira 3-0 enn 2-1, tí Klæmint hevði ein stóran møguleika afturat, men so kiksaði við samskiftinum millum Teit Gestsson og Gunnar Vatnhamar, sum annars afur í dag leiktu væl. Milinceanu kundi prikað leysa bóltin í málið úr stuttari fjarstøðy, og so var trýst á eina løtu. Føroyingar stóðu ímóti, og í síðstu sekundunum kundi Hallur økt eftir góða umstilling. Men tað endaði 2-1, og so kundi fantastiski Skansin fegnast saman við leikarunum, sum eftir tvey góð avrik - á ymsan hátt - seinastu fýra dagarnar, nú fingu stig í skjáttina.

2-1 og Føroyar hava nú fýra stig eftir fimm umfør í bólkinum. Fyrst í oktober vitja Eysturríki og Skotland á Tórsvølli.

HM-undankappingarbólkur F
Tórsvøllur 07.09
Føroyar - Moldova 2-1 (0-0)
68' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
71' Heini Vatnsdal 2-0
84' Nicolae Milinceanu 2-1

Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (63' Jákup Biskopstø Andreasen), Heini Vatnsdal, Daniel Johansen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L),  Brandur Hendriksson Olsen (85' Hørður Askham), Meinhard Egilsson Olsen (63' Jóan Símun Edmundsson) - Klæmint Andrasson Olsen (85' Andreas Lava Olsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder