Annað

Fyrsti smittutilburður funnin í paralympiska býnum

Talan er um eitt starvsfólk við tilknýti til leikirnar, men enn er smitta ikki staðfest hjá nøkrum ítróttafólki.

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2021-08-19 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Olympisku Leikirnir í Tokyo vórðu hildnir, vórðu fleiri smittutilburðir staðfestir í OL-býnum, og nú boða fyriskiparar av Paralympisku Leikunum frá, at fyrstu koronasmittutilburður nú er staðfestur í paralympiska býnum.

Talan er um eitt starvsfólk, ið hevur tilknýti til leikirnar, men sum ikki vanligt er búsitandi í Japan. Meira verður ikki upplýst.

Japan stríðist framvegis við at basa enn einari smittubylgju, og longu nú eru 74 smittutilburðir staðfestir í sambandi við leikirnar. Tó er tað ikki fyrr enn nú, at smitta er staðfest inni í Paralympiska býnum.

Tað var týsdagin, at luttakarar á Paralympisku Leikunum fingu atgongd til Parolympiska býin. Tilsamans luttaka uml. 4.400 ítróttafólk í leikunum, sum fara av bakkastokki 24. august, men enn hevur eingin av teimum fingið staðfest koronu.

Tað er hálvonnur vika síðani, at Olympisku Leikirnir endaðu í Tokyo, og sambært Ritzau eru 546 smittutilburðir skrásettir í sambandi við leikunum.

Japanska stjórnin hevur lýst undantaksstøðu í 13 landslutum fram til 12. september, men kortini verða Paralympisku Leikirnir hildnir sum ætlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder