
HB og B68 løgdu til brots fríggjakvøldið við spennandi dysti og fimm málum – øllum í 1. hálvleiki. Í dag vóru upprunaliga fýra dystir á skránni, men tann í Vági er útsettur í tvær vikur vegna veður.
Sí eisini: FC Suðuroy og EB/Streymur sleppa ikki at spæla í 1. umfari
Sí eisini: Tað helt heim hjá HB
Meðan teir hjá FC Suðuroy noyðast at bíða við sínari afturvendan til Betrideildini, so skal hitt Suðuroyarliðið og hin uppflytaran veruliga í eldin. Føroyameistararnir úr Víkingi vitja TB, sum hevur havt eina buldraliga upptakt til kappingarárið – millum annað við at venjarar eru koyrdir til hús. Hjá Víkingi hevur hinvegin verið støðufesti, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er stórfavorittur við Stóra.
Tað er KÍ eisini á heimavølli móti 07 Vestur. Stórar broytingar hava verið í hópinum hjá KÍ í vetur, og umframt at Patrik Johannesen og útlendingar eru komnir, so má tað eisini metast sum veruligur styrkur, at Odmar Færø og Jákup Biskopstø Andreasen nú eru heilt tøkir. Serliga liðformaðurin spældi so at siga ikki í fjør. Trý stig og nakað av undirhaldi eru krøvini til Magnus Powell í sínum fyrsta almenna dysti sum KÍ-venjari – móti sínum gamla liði.
Nógv hava glett seg at síggja NSÍ, sum nú hevur millum annað Brand Hendriksson Olsen á liðnum. Um teir í gulum og svørtum skulu síggjast sum ein av biðlunum til allarfremstu plássini, kann man verða nakað klókari uppá seinni í dag. Tá síggja vit eisini eitt nýtt og øðrvísi samansett B36-lið undir Jákup Martini Joensen. Dysturin í Runavík er á pappírinum tann mest spennandi í umfarinum.
Portalurin verður á staðnum til dystin við Løkin, og hava vit ymiskt tilfar har frá. Til ber at fylgja gongdini har og í hinum dystinum ovast á forsíðu okkara, portal.fo.
Betrideildin, 1. umfar:
Fríggjadagin 7. mars
HB - B68 3-2
Sí myndir frá hesum dystinum HER
Sí eisini samrøður:
Ari Mohr Jónsson: - Ikki eitt serliga gott avrik hjá okkum
Hanus helt B68 vera betra liðið eftir sítt mál
Sunnudagin 9. mars
14.00: FC Suðuroy - EB/Streymur Útsettur
14.45: TB - Víkingur
15.00: NSÍ - B36
15.00: KÍ - 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald