
- Eg havi ikki skorað so nógv mál í karrieruni. Haldi hatta er mítt fyrsta mál við høgra beininum. Bólturin skuldi bara hava nóg mikið av ferð á, og so hoyrdi eg bara onkrar jubla.
Soleiðis sigur Ári Mohr Jónsson um dagsins fyrsta mál og tað fyrsta í Betrideildini 2025 yvirhøvur.
Vinstri vongbakkurin smekkaði bara til við "kalda" høgra beininum av brotrsteigarmarkinum eftir tríggjar minuttir móti B68.
Ári hevur gjørt bart (Mynd: Sverri Egholm)
Tað sá gott út hjá HB á máltalvuni, tá stutt var til hálvleiks, men restina av dystinum var tað ikki nóg gott, staðfestir Ári.
- B68 fær momentum...tað mest umráðandi eru tó trý stigini.
Sí eisini: - Tað helt heim hjá HB
Hoyr samrøðu ovast
Betrideildin, 1. umfar:
Fríggjadagin 7. mars
HB - B68 3-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald