Fótbóltur

Fyrsti triðingur kemur skjótt at enda

Fýra dystir i 9. umfari í Betrideildini eru á skránni í dag - ein er í annaðkvøld. Stórdysturin í umfarinum er í Gundadali klokkan 15, har KÍ vitjar HB.

Bæði B36 og HB spæla í Gundadali í dag. Seinni verður meira greitt, hvussu nær við KÍ havnarfeløgini eru eftir dagsins dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Bæði B36 og HB spæla í Gundadali í dag. Seinni verður meira greitt, hvussu nær við KÍ havnarfeløgini eru eftir dagsins dystir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-14 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fyrsta triðing ber til at gera eitt sindur meira upp, í mun til støðuna í kappingini, og hvar liðini liggja til hvørt annað. Allarseinasti dysturin í umfarinum og triðinginum verður í Sarpugerði í morgin, har AB vitjar. Hini átta liðini spæla í dag.

Arvafíggindar bresta saman í Gundadali. HB jagstrar KÍ, og hevur helst ikki ráð at tapa dystin. Í so fall verða sjey stig upp til KÍ, sum hevur fult stigatal. HB er ósigrað í ár og er seinasta felagið, sum hevur vunnið á KÍ í Betrideildini.

Hetta var í triðseinasta umfari í 2021, eftir at klaksvíkingar høvdu tryggjað sær føroyameistaraheitið. Síðani hevur KÍ vunnið 35 av teimum 37 dystunum, sum liðið hevur spælt í Betrideildini. Tað eru nú Jákup Martin Joensen og Magne Hoseth, ið "dystast á síðulinjuni".

Les eisini: Oddadystur í Gundadali sunnudagin

Eftir hendan dystin spæla B36 og ÍF á sama leikvølli. B36 skal royna at halda sambandið til KÍ, og hevur higartil vunnið á øllum liðunum í landskappingini, fyriuttan HB og KÍ - liðið hjá Dan Brimsvík vann tó á føroyameistarunum í steypakappingini, ÍF gjørdi tað ógvuliga trupult fyri KÍ í Klaksvík síðsta vikuskifti og hevur sum heild staðið seg væl í ár.

B68 er favorittur á heimavølli móti TB. Um liðið hjá Jákupi á Borg vinnur, so er fyrsti triðingurin á Toftum góðkendur. Hesin dysturin byrjar klokkan 16.

EB/Streymur og 07 Vestur komu víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini týsdagin. Bæði hava sjey stig í Betrideildini, og dysturin millum liðini í Hólmanum á Eiði seinnapartin, ið helst verður tættur, fer at gera tað greiðari, hvussu nøgdur man kann vera við fyrsta triðing.

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara, í samstarv við dystir.fo. Televarpið vísir allar dystirnar, og hevur upptakt úr Gundadali klokkan 14.30. 

9. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 14.05 

15.00: 
HB - KÍ
EB/Streymur - 07 Vestur

16.00: B68 - TB

18.00: B36 - ÍF

Mánadagin 15.05

19.00: Víkingur - AB

Støðan í Betrideildini eftir 8 umfør
1. KÍ 24 stig
2. HB 20 stig 
3. B36 18 stig  
4. Víkingur 14 stig 
5. ÍF 9 stig
6. B68 9 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig 
9. TB 5 stig 
10. AB 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder