Fyrsta undanstevna í Skúlaleikum var í Høllini á Hálsi og á Tórbreyt í góðveðrinum í Havn í gjár.
120 næmingar úr 4. flokkum møttu saman við ítróttalærarum sínum, og tey royndu seg í flogbólti (flogbørn) og í frælsum ítróttum. Ein stuttligur og rokaligur dagur, har heppini fyltu eins nógv og stigateljingin.
Við Skúlaleikum leggur ÍSF upp til, at næmingarnir hitta íðkarar og síggja venjingarumstøðurnar. Í gjár hittu næmingarnir m.a. ungar íðkarar í fræslum ítróttum, sum høvdu sett dagin av at stuttleika sær saman við børnunum.
Dagurin endaði við at kjósa dagsins hepp, allir flokkar fingu ein gávuposa við rørsluleikum, og til seinast varð flokkurin, sum stóð seg best á degnum, funnin. Tað gjørdist 4. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt, sum tí skal umboða "tey bláu" til landsstevnun tann 10. juni.
- Vit gleða okkum at ferðast víðari kring landið og bjóða fleiri næmingum til ein ítróttadag, sum snýr seg um felagsskap og rørslugleði, sigur Katrin á Neystabø, samskipari av Skúlaleikum.
Gott 1100 næmingar eru meldaðir til Skúlaleikir kring landið, og fyri framman liggja fleiri spennandi stevnudagar.
Allar stevnurnar byrja klokkan 9.30 og enda klokkan 14. Skráin fyri næstu undanstevnuarnar er hendan:
24. mai: 4. flokkar í Høllini á Hálsi og Tórsbreyt
25. mai: 4. flokkar í KÍ høllini og Badmintonhøllini í Klaksvík
30. mai: 4. flokkar í Høllini og í skúlanum við Streymin
31. mai: 5. flokkar í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini
1. juni: 5. flokkar í Høllini og í skúlanum við Streymin
2. juni: 5. flokkar í KÍ- og Badmintonhøllini í Klaksvík
3. juni: 4. og 5. flokkar Marghøllini í Vági
10. juni verður landsstevnan í Høllini á Hálsi og Tórsbreyt. Tá verður forkunnug vitjan av rógvaranum Sverra Sandberg Nielsen.
Tað er ÍSF, sum samskipar Skúlaleikir, sum annars er eitt samstarv millum Fólkaheilsurráðið, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Fróðaskaparsetur Føroya. Betri stuðlar hesi verkætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald