Hondbóltur

Fyrstu finalurnar verða spældar sunnukvøldið

Neistin tekur ímóti StÍF, og hoyvíkingar vitja í Vestmanna. Leygardagin eru bronsudystir og finalur í niðara endaspælinum.

H71 og VÍF skulu dystast um gullið hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 og VÍF skulu dystast um gullið hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-09 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta lið spæla sín seinasta dyst í kappingarárinum leygardagin. Hjá bæði kvinnum og monnum er talan um bronsudyst - millum liðini ið taptu hálvfinalurnar - og um finalurnar í niðara endaspælinum.

Hjá kvinnum spæla liðini, ið bæði fingu 29 stig í grundspælinum, og sum endaði á ávíkavist fyrsta og øðrum plássi bronsudyst leygardagin. Hoyvíkskvinnur vunnu avgerðandi dystin og fingu harvið heitið "Deildarmeistari", ein skjøldur og mest umráðandi; eitt Europa Cup pláss. Harvið spæla H71, ið heldur óvæntað tapti fyri StÍF í hálvfinalunum, og Kyndil, sum varð koppað av grannunum í gjár, bert um bronsuna. Kyndilskvinnur fáa, í øllum førum í fyrstu syftu, ikki møguleika at luttaka í evropeiskari kapping komandi kappingarár. VB, ið vann á Stjørnuni í triðju hálvfinaluni gjárkvøldið, spælir í Vestmanna um at vinna niðara bólkin. Uppá spæl eru eisini 10.000 krónur.

[object Object]
Vinnarin av dystinum í Kollafirði í morgin fær rættin at spæla í EHF European Cup næsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá monnum eru tað KÍF og Neistin, ið hittast í bronsudystinum. Tey spældu bert tvær hálvfinalur. Kollfirðingar taptu tó bert við einum í báðum hálvfinalunum móti H71 - Neistin varð harafturímóti sett uppá pláss tvær ferðir móti VÍF. Í Kollafirði er eisini meira enn heiðursmerki uppá spæl - tað er tað seinasta evropeiska plássið (H71 og VÍF hava kongu tryggjað sær hini bæði) Finalan í niðara endaspælinum verður í Klaksvík, har StÍF kemur á vitjan. Team Klaksvík vann niðara endaspælið í 2019. 

Skráin í morgin, leygardagin 10.04
Kvinnur finala niðari bólkur kl. 13.30 VÍF – VB
Kvinnur bronsudystur kl. 18.00 H71-Kyndil

Menn finala niðari bólkur kl. 16.00 Team Klaksvík – StÍF
Menn bronsudystur kl. 16.00 KÍF – Neistin

Sí eisini: Reglugerð um Europa Cup-luttøka

Hjá monnum eru tað liðini, ið endaðu nummar eitt og tvey, sum hittast í finalunum. Serliga VÍF vísti styrki í hálvfinalunum, og nú skulu vestmenningar royna at koppa H71 av trónini. Fyrsti dystur verður í Vestmanna sunnukvøldið. Minst tríggir skulu spælast og í mesta lagi fimm - fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari.

Soleiðis er eisini hjá kvinnunum. Har er tað tó áhugavert, at liðini sum endaði nummar trý og nummar fýra í grundspælinum vunnu sær pláss í finaluni. StÍF hevur ongantíð áður verið í FM-finalu og skal fyri fyrstu ferð royna seg í Høllini á Hálsi sunnudagin.

Fyrstu FM-finalurnar
Sunnudagin 11. apríl
Kvinnur FM-finala 1 kl. 17.00 Neistin – StÍF
Menn FM-finala 1 kl. 19.30 VÍF – H71 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder