2022-01-24 09:02
4. februar fer vetrar-OL av bakkastokki í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, og teir fyrstu av teimum tilamans 2.586 luttakarunum eru longu komnir til Kina.
Øll verða kannað fyri koronu við komu, og í hesum sambandi eru 72 smittutilburðir funnir. Eingin av teimum 171 ítróttarfólkunum, sum skulu luttaka, eru tó millum tey smittaðu.
Sambært DR eru strang krøv til luttakarar. Teir skulu m.a. kannast dagliga, og mett verður, at fleiri enn 330.000 koronukanningar verða gjørdar tær tríggjar vikurnar, OL varar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald