Fótbóltur

Gareth Southgate hevur nú úttikið sín hóp

26 Premier League-leikarar skulu umboða Ongland til HM-endaspælið. Fyrsti dystur hjá leyvunum er um ellivu dagar.

2022-11-10 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM-endaspælið nærkast, og í vikuni hava nógvir landsliðsvenjarar kunngjørt sín hóp við 26 spælarum.

Ein úttøka, sum nógv í fótbóltsheiminum hava bíðað spent eftir, er tann hjá Onglandi. Heimland fótbóltsins fyllur altíð nógv til endaspøl, og hóast eitt hálvfinalupláss fyri fýra árum síðani og eitt finalupláss í EM í fjør, er stórt trýst á Gareth Southgate.

Eitt er at úrslitini í Nations League í ár vóru vánalig, og Ongland flutti niður í deild B, og so er tað eisini æviga fólkaprátið og trýstið frá miðlunum, sum altíð er í enskum fótbólti.

Klokkan tvey í dag varð spenningurin útloystir, og eina løtu seinni svaraði Southgate spurningum frá teimum mongu spentu tíðindafólkunum á St' Georges' Park.

Har greiddi hann millum annað frá hví fyrrverandi Chelsea-leikararnir, ið nú standa seg væl í Serie A - Fikayo Tomori og Tammy Abraham - ikki koma við, hví James Maddison úr Leicester hevur vunnið sær pláss aftur, at skaðaplágaðu Manchester City-leikararnir Kyle Walker og Kalvin Phillips eru nóg væl fyri, at Reece James úr Chelsea ikki er tað, og at  Harry Maguire er ein umráðandi partur av hópinum - hóast nógvar atfinningar og lítið og einki av spælitíð í Manchester United.

Tíðindafundurin kann síggjast her - hópurin sæst niðanfyri.



[object Object]
Mynd: The FA

Málverjar: Jordan Pickford (Everton) Nick Pope (Newcastle), Aaron Ramsdale (Arsenal)

Verjuleikarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Conor Coady (Everton), Eric Dier (Tottenham), Harry Maguire (Manchester United), Luke Shaw (Manchester United), John Stones (Manchester City), Kieran Trippier (Newcastle), Kyle Walker (Manchester City) Ben White (Arsenal)

Miðvallarar: Jude Bellingham (Borussia Dortmund), Mason Mount (Chelsea), Kalvin Phillips (Manchester City), Declan Rice (West Ham), Jordan Henderson (Liverpool), Conor Gallagher (Chelsea).

Áleyparar og vengur: Marcus Rashford (Manchester United), Phil Foden (Manchester City), Jack Grealish (Manchester City), Harry Kane (Tottenham), Bukayo Saka (Arsenal), Raheem Sterling (Chelsea), Callum Wilson (Newcastle), James Maddison (Leicester City)

Merkisvert við úttøkuni er millum annað tað, at bert ein vinstri bakkur, Luke Shaw er úttikin. Ben Chilwell úr Chelsea er skaddur.


Ongland er í bólki við Iran, USA og Wales og er stórfavorittur at koma víðari sum nummar eitt í bólki B. Fyrsti dystur hjá leyvunum er á skránni mánadagin 21. november móti Iran.

Júst Iran er nógv umrøtt og ein útihýsing hevur veirð uppá tal, orsakað av politiskum sjónarmiðum og útsagnum ið ganga ímóti mannarættingum. Spurdur um hetta segði Southgate seg ikki meta seg vera føran at svara beinleiðis til júst støðuna viðvíkjandi Iran, men at tað eingin ivi skuldi vera um, at í ensku leguni eru tey fyri líkarætti, og at tey fara at tala fyri mannarættindum í Katar - og ikki bert um fótbólt tá HM er byrjað, sum FIFA og fyriskipararnir vilja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder