Hondbóltur

Gentulið hjá StÍF drúgvan túr í Suðuroynni

Smyril avlýsti túrin norð leygarkvøldið, og tí máttu aðrar loysnir finnast hjá hondbóltsliðum, sum vóru komin til Suðuroyar. Úrslitið hjá StÍF-gentunum bleiv eitt hugnalig nátt á Smyrli og ein túr í Marghøllina áðrenn fráferð sunnudagin.

(Mynd: StÍF)

(Mynd: StÍF)

2021-02-15 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gentur 10a høvdu ein drúgvari túr enn ætlað í Suðuroynni um vikuskiftið. Tær vunnu ímóti Neistanum 7-6, og spældu javnt ímíti VB 8-8, men heimferðin gjørdist ikki um ætlað.

Á veg á Krambatanga fekk ferðalagið at vita, at Smyril ikki sigldi norð aftur leygarkvøldið vegna veður. Næsti túrur bleiv ikki fyrr enn klokkan tvey sunnudag, - dagin eftir - vóru boðini, skrivar StÍF á heimasíðuni.

Tí mátti greiða fáast á hvussu sovast skuldi. Tey sum ikki høvdu aðra loysn, gistu umborð á Smyrli. Heimasíðan hjá StÍF skrivar, at genturnar hugnaðu sær við góðæti og spølum, meðan páparnir styttu sær stundir við fótbólti á skíggjanum.

Eftir fínan morgunmat umborð varð farið ein túr í marghøllina í Vági at spæla áðrenn Smyril setti kós norð eftir klokkan 14.

[object Object](Mynd: StÍF)

“Fantastiskt”, eru boðini frá StÍF-heimasíðuni.

G10a ferðalagið hjá strandingum skal aftur til Vágs at spæla 13. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder