Kappróður

Gev mær 10 kraftig og ein niðurdeil

– um klædnamóta í kappróðri.

Á myndini síggja vit kvinnumanning frá 1927. Í niðurdeili, hvítari blus og stórari sloyfu. Mynd: Drekin.

Á myndini síggja vit kvinnumanning frá 1927. Í niðurdeili, hvítari blus og stórari sloyfu. Mynd: Drekin.

2018-07-25 07:31 Author image
Tíðindaskriv

Er tað nakað, sum føroyskur kappróður ikki er kendur fyri, so er tað at vera mótabevístur, tí bekksár og árabløðrur eru ikki fyri diskodukkur. Tað ræður um at vera harður og einfaldur, og tilvitanin um mótaheimin er eingin.

Soleiðis vil kappróðurin helst vera uppfataður, men er tað soleiðis? Vit hava hugt eitt sindur aftur í tíðina og kekkað klædnamótan í tjóðarítróttinum.

Inni í venjingarhølunum er ein rómur av sveittandi rógvarum. Vælskornir kroppar kýta seg á maskinunum, og harði tónleikurin pulserar ígjøgnum æðrarnar. Bumm-bumm-bumm. Sterkir sansir. Lungur, ið skríggja eftir luft. 100 metrar eftir. Turboin verður sett til fyri at klára tey seinastu tøkini.

Soleiðis er stemningurin helst í fleiri venjingarhølum kring landið. Og hóast pínslan er stór, so setast rógvararnir trúliga aftur á maskinurnar til hvørja venjing. Tað, sum dregur teir, er viljin at gerast betri. Hugurin at vinna á mál saman við restini á manningini.

Í so máta er einki broytt tey síðstu 100 árini. Samanhaldið og sigurshugurin eru hini somu – men klædnastílurin hevur verið fyri stórum broytingum gjøgnum tíðina.

Tak nú bara niðurdeilin.

Tá ið kvinnurnar fyri júst 100 árum síðan fóru at rógva kapp, róðu tær í niðurdeili. Helst var einki annað, og man fór í tað, sum man átti. Tá var tað óhoyrt, at kvinnur gingu í buksum, ella langbuksum, sum tey kallaðu tað.

Í samfelagnum høvdu kvinnurnar ikki verið gerandismyndir í frítíðarlívi soleiðis, men nú vórðu broytingartíðir, og kvinnurnar fóru at rógva á ólavsøku. Sjálvandi skuldu tær tað, eins og tær vunnu fram aðrastaðni í samfelagnum.

Men neyvan hevur niðurdeilurin verið praktiskur at rógva í. Helst er hann gliðin upp og hevur heldur ikki verið serliga heitur; men har sótu tær treystligar við ár í hond. Pløggini øðrvísi, men eygnabráini tey somu sum nú.

- Ólavsøkuróðurin