Hondbóltur

Óli og GOG glógvaðu í París: - Hann er ein gullfuglur

Við einum stórspælandi ungum føroyingi á odda - og sum toppskjútta - vann GOG óvæntað men flott á PSG.

Óli Mittún skoraði níggju mál og átti stóran lut í uppspælinum til nógv onnur, tá GOG vann 36-34 á franska stórfelagnum. Ungi føroyingurin hevur av álvara fingið fótin fyri seg í Champions League - her í dysti Zagreb í síðstu viku (Mynd: EPA)

Óli Mittún skoraði níggju mál og átti stóran lut í uppspælinum til nógv onnur, tá GOG vann 36-34 á franska stórfelagnum. Ungi føroyingurin hevur av álvara fingið fótin fyri seg í Champions League - her í dysti Zagreb í síðstu viku (Mynd: EPA)

2025-10-23 21:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir tímar eftir at Hákun West av Teigum gjørdist toppskjútti í sigri hjá Füchse Berlin, gjørdi Óli Mittún landsmanninum kynstrið eftir í flottum og uppibornum GOG-sigri í París.

Sí eisini: Hákun West av Teigum toppskjútti og avgerandi í Ungarn

Tað er ikki komið fyri fyrr, at tveir føroyingar eru toppskjúttar í Champions League-dystum eitt og sama kvøld - hetta er eisini fyrsta árð, at fleiri eru við.

PSG og donsku viðmerkjararnir noyddust at boyggja seg

Óli Mittún hevði stóran leiklut í týðandi sigri í Zagreb í síðstu viku. Men hetta var greitt besta Champions League-avrikið higartil hjá 20-ára gamla føroyinginum.

Móti frálíkum fronskum verjuspælarum sum Karl Konan og Luka Karabatic gjørdi nummar 78 til tíðir sum honum lysti. Og hóast danir helst vilja tosa um danir - eins og vit helst vilja framhevja føroyingar - so noyddust donsku viðmerkjararnir at viðurkenna, at Óli Mittún var í miðdeplinum: 

- Hatta er ein veruligur gullfuglur, sum GOG hevur fingið fatur á.

- Hann fær tað at síggja so lætt út

- Hetta er heimsklassi, ljóðaði eisini eftir eitt mál tá armurin var uppi.

[object Object]
Óli Mittún var, eins og til U21 HM-endaspælið í summar, flúgvandi. Bæði í 6 móti 6 og 7 móti 6

Hóast verjan hjá PSG gjørdi tillagingar, so helt Óli á at skora og skapa. Í 2. hálvleiki var tað mest í 7 móti 6, og hesum stýrdi hoyvíkingurin meistarliga, eins og til U21 HM-endaspælið í summar.

Óli Mittún stendur skrásettur fyri trý upplegg hjá EHF, men føroyingurin hevði næstseinastu hond á minst tí tvífalda. Hann flutti eisini bóltin so mikið væl og hótti so nógv verjuna sjálvur, at Óli átti sín lut í flestu av teimum 36 málunum hjá GOG. Hvirluvindurin úr Hoyvík vann eisini GOG tvey brotskøst og samstundis PSG-útvísing.

Runnu frá favorittunum

GOG fór skjótt frá PSG, og í løtum vóru átta mál á muni. Teir hjá franska stórfelagnum fingu ikki tálma teimum fótfimu í gulum og reyðum - og serliga ikki nummar 78.

Í steðginum var 13-20. Teir á heimaliðnum tyktust ráðaleysir, og fingu ikki steðgað GOG. Málverjarnir, báðir danir, høvdu bert fimm bjargingar samanlagt, meðan teir hjá GOG høvdu 13.

Útiliðið spældi ikki eins skjótt í 2. hálvleiki - vegna 7 móti 6 - og PSG fekk lættari mál og otaði seg nakað tættari. Men sigurin kom ongantíð veruliga í vanda. Óli Mittún og teir komu javnt og samt til góðar møguleikar, og skeyt føroyingurin 9 mál. Tað vóru gjøgnumbrotsmál og knøpp skot frá níggju metrum ella meira hvørt um annað. Óli brendi bert tvey skot - eitt tá armurin var uppi, og tað var á síðstu avlevering.

Tað endaði 34-36 og harvið týðandi stig hjá GOG, sum nú liggur á play-off plássi. 1. og 2. plássið í bólkinum geva beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar - tvey tey niðastu liðini í bólkinum fara út.

Sí støðuna her - eftir landsliðsteððin vitjar PSG, sum nú er aftanfyri GOG, á Fjóni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder