Annað

Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag

Norðurevropeiska NEVZA-kappingin í flogbólti fyri U19 hjá bæði kvinnum og monnum verður spæld í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Byrjað verður klokkan 9 í morgun.

Føroyski U19-landsliðshópurin

Føroyski U19-landsliðshópurin

2025-10-24 08:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgun byrjar norðurevropeiska NEVZA-kappingin í flogbólti fyri U19 landslið hjá bæði kvinnum og monnum, og aftur í ár verður kappingin hildin í høllini á Hálsi í Havn.

Vanliga eru seks ella sjey lond við í kappingini, men í ár hava Svøríki, Noreg og Finnland givið avboð, og tí eru londini bara fýra í tali í ár: Ongland, Ísland, Danmark og Føroyar.

Vónir um sigrar – kanska finalupláss
Føroysku U19 kvinnurnar spæla tveir dystir í dag, og vónir eru um at vinna í hvussu er annan av teimum.

Tann fyrri dysturin er ímóti Íslandi kl. 9 í morgun, og tann seinni er í kvøld kl. 19 ímóti Onglandi. Serliga ímóti Onglandi eru tær føroysku altráar eftir at fáa hevnd fyri trý tey síðstu tapini, har Ongland tríggjar ferðir á rað hevur vunnið 3-2. Seinasti sigurin á Onglandi var í 2022, tá Føroyar vunnu 3-0.

Meira striltið hevur gingið ímóti Íslandi seinastu árini, og seinasti sigurin á teimum var í 2021, tá Føroyar vunnu 3-1.

Føroysku U19 menninir spæla ímóti Íslandi kl. 11 í dag og so aftur kl. 17 ímóti Onglandi. Vónirnar eru um sigur í báðum dystum. Í kappingini í fjør vunnu Føroyar 3-1 á Onglandi í bólkaspælinum, men ólukkutíð var úrslitið tað øvuta, tá liðini møttust í bronsudystinum.

Vónbrotið var stórt tá, men hesa ferð ætla føroyingarnir tað øðrvísi. Ímóti Íslandi vunnu Føroyar 3-0 í fjør. Í 2023 vunnu Føroyar á bæði Íslandi og Onglandi í dystunum um 5.-7. plássið.

Leinki til stroyming frá dystunum er at síggja á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo

Leygardagin spæla føroysku liðini ímóti Danmark; kvinnurnar kl. 13 og menninir kl. 10.

Finalur og bronsudystir verða spældir sunnudagin.

Dystarskrá:
U19 kvinnur:
Fríggjadagin kl. 09: Ísland - Føroyar
Fríggjadagin kl. 11: Danmark - Ongland
Fríggjadagin kl. 17: Ongland - Føroyar
Fríggjadagin kl. 19: Ongland – Føroyar

Leygardagin kl. 10: Ísland - Ongland
Leygardagin kl. 13: Føroyar – Danmark

Sunnudagin kl. 13: Bronsudystur
Sunnudagin kl. 15: Finala

U19 menn:
Fríggjadagin kl. 09: Danmark - Ongland
Fríggjadagin kl. 11: Ísland - Føroyar
Fríggjadagin kl. 17: Føroyar - Ongland
Fríggjadagin kl. 19: Danmark – Ísland

Leygardagin kl. 10: Føroyar - Danmark
Leygardagin kl. 13: Ísland - Ongland

Sunnudagin kl. 13: Bronsudystur
Sunnudagin kl. 17: Finala

Føroysku U19 landsliðini í flogbólti:

U19 kvinnur:
Osla Johannesen
Arina Joensen
Anna Katrina í Haraldstovu
Maria Teresa Vitalis
Eva Kallsberg Jacobsen
Elisabet Norðoy Vilhelmsen
Saranja Mouritsen
Bára Leonsson Mouritsen
Nicola Toftegaard
Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir
Edna Henriksen
Sólbjørg Miriam Johnsdóttir Høgnesen

Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Daria Burrows
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic

U19 menn:
Árni Lamhauge Mohr
Johannes Johansen
Adrian Lind Jacobsen
Óli Kluftá Hvítklett
Filip Ilic
Lukas Poulsen
Vuk Ilic
Hákun Nón
Róar í Haraldstovu
Micah Lukama
Matheo Eystberg
Rani Ákason

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder