Svensku liðini spæla nógvar dystir, og nú European League-bólkaspælið koyrir, hava IK Sävehof (Ísak Vedelsbøl) og HF Karlskrona (Tróndur Mikkelsen) serliga nógvar dystir.
Bert tveir dagar eftir stóra evropeiska dystin móti týska Melsungen, spældu Tróndur Mikkelsen og teir aftur. Hesaferð var tað í Jonköping móti Hallby og Róa Ellefsen á Skipagøtu.
Karlskrona vann við trimum málum (28-25), og føroysku bakspælararnir skoraðu trý mál hvør. Tróndur legði eisini upp til tvey mál fyri vinnandi liðið og spældi sín leiklut í verjuni.
Karlskrona bjóðar eitt sindur av í oddastríðnum, meðan Rói á Skipagøtu og Hallby í løtuni eru nærri botnstríðnum í bestu svensku deildini.
Sunnudagin hittast hesir báðir saman við teimum flestu í landsliðshópinum fyri at byrja fyrireikingarnar til Golden League, sum verður 30. oktober til 2. november í Trondheim.
Áðrenn hevur Tróndur Mikkelsen ein dyst afturat við Karlskrona: Talan er um fjórðingsfinalu í steypakappingini, sum verður móti Sävehof og Ísak Vedelsbøl í morgin, leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald