
2. umfar í bólkaspælinum í European League, sum er næststerkasta evropeiska kappingin, var á skránni í gjárkvøldið.
Fýra føroyingar spældu. Liðini hjá Dánjali Ragnarsson og Elias Ellefsen á Skipagøtu spældu uttan teir. Dánjal er úti vegna vøddaskaða, meðan Elias aftur varð spardur í European League.
THW Kiel raðfestir týðliga Bundesliguna frammum, og skal nokk koma víðari úr bólkaspælinum í EL. Tað prógvaði 34-21 sigurin á pólska Rebud Ostrow í gjár eisini. Fram var væl við í 1. hálvleiki í heimadystinum móti Elverum, men norska liðið vann við seks málum á liðnum hjá Dánjali Ragnarsson.
Men hvussu so við teimum, sum vóru í leiki:
TSV Hannover-Burgdorf - Tartan Presov 40-28 (22-15)
Vilhelm Poulsen 3 mál. 1 steal
Tað var eingin ivi, tá slovakiska meistaraliðið vitjaði í Týsklandi. Hannover-Burgdorf vann við tólv málum.
Renars Uscins er aftur eftir skaða, men Vilhelm Poulsen spældi fitt í álopinum og skoraði trý mál uppá fimm skot. Høgri bakkurin spældi eisini týðandi leiklut og stjól millum ein bólt.
SAH - Aarhus - RD LL Grosist Slovan 34-30 (21-13)
Jóhan á Plógv Hansen 7 mál
Høgri vongurin hevði sjey skot og sjey mál, tá slovenska liðið vitjaði í Danmark. Jóhan á Plógv Hansen var næstbesti málskjútti, og SAH er, eins og Hannover-Burgdorf, oddalið við fullum stigatali í sínum bólki.
IK Sävehof - Fredericia HK 29-29 (12-14)
Ísak Vedelsbøl 4 mál
Svenska liðið við føroyska strikuspælaranum fekk eitt fínt stig móti Fredericia.
Ísak Vedelsbøl átti sanniliga eisini sín leiklut. Hetta við millum annað fýra málum uppá skot og góðum innsatsi í miðverjuni.
Sâvehof hevur nú spælt tveir javnleikir í bólkinum, har Hannover-Burgdorf er oddalið. Eftir landsliðsteðgin hittast Ísak Vedelsbøl og Vilhelm Poulsen tvær ferðir.
HF Karlskrona - MT Melsungen25-26 (14-18)
Tróndur Mikkelsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen og teir vóru nær við at skapa eitt stórt úrslit. Gamaní er Melsungen ógvuliga skaðadarvað, men talan er um Bundesliga-lið, sum gav Kiel skarpan gang leygardagin.
Føroyingurin hevði ikki tann størsta álopsdystin - 1 mál uppá 4 skot - men føroyingurin hevði stóran leiklut í miðverjuni í góðu verjugongdini í 2. hálvleiki. Málverjin hjá Karlskrona, Hildingsson, hevði eisini 14 bjargingar (45 prosent). Tíverri rakk tað ikki stig hjá Tróndi og teimum til stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald