Fótbóltur

Gevur nógvar pengar at koma víðari

Tað kostar HB dýrt, at teir lorkaðu alt burtur í Wales.

Í B36 kunnu tey fegnast um at vinna seg víðari í Conference League hóast 2-0 tap í fyrsta dystinum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Í B36 kunnu tey fegnast um at vinna seg víðari í Conference League hóast 2-0 tap í fyrsta dystinum (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-07-18 14:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kemur tú víðari í evropeisku kappingunum, eru nógvir pengar at heinta. Kemur tú ikki víðari í fyrsta umfari, fært tú væl minni.

Bolt.fo hevur lista yvir upphæddirnar, sum liðini fáa frá UEFA, og munurin á tí sum KÍ, Víkingur og B36 fáa er stórur í mun til hvat HB fær. 

HB reyk út í fyrsta umfari eftir tapta brotssparkskapping móti Newtown AFC úr Wales, og fær tí 1,9 millión krónur við sær.

Víkingur og B36 sum bæði vunnu seg víðari í fyrsta umfari, fáa 4,1 milliónir krónur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Føroyameistarin í fjør, KÍ, tapti samanlagt móti Bodø/Glimt í Champions League,, men sleppur eisini at royna seg í Conference League. KÍ hevur higartil skavað 6 milliónir saman fyri sína evropeisku luttøku.

Bolt.fo skrivar, at liðini nú fara at fáa 2,2 milliónur krónur aftruat fyri hvørt umfar tey koma víðari frá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder