Hann hevur ungarsk foreldur og er føddur í Ungarn. Tó hevur Geza David Turi búð í Føroyum, síðani hann var fýra-ára gamal. Hann er á so mangan hátt ein føroyingur.
Geza Turi eldri og familja eru framvegis búsitandi í Norðragøtu. Pápin vardi leingi málið í Sarpugerði - nú hevur hann høga útbúgving sum málverjuvenjari og hevur á sætta árið ábyrgd av málverjunum hjá besta mansliðnum hjá KÍ.
“Lítli Geza” er blómaður í Sarpugerði. Miðvallarin er framst í Føroyum á nøkrum økjum og er í gongd við eitt stórt kappingarár saman við Víkingi.
Geza gjørdi aftur bart í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Í gjárkvøldið spældi hann aftur ein góðan dyst, tá Víkingur sló Liepaja út í 1. umfari í Conference League. Geza arbeiddi gróthart, fekk havt bóltin væl í fleiri førum, breyt spælið hjá mótstøðuliðnum væl og nummar 15 fann eisini flott Finn Justinussen, har áleyparin síðani skeyt bóltin flott í málið til 2-0. Nógv eyðkend brigdi í spælinum hjá Geza David Turi, sum eftir dystin setti orð á dystin.
Sí eisini: Video: Vildu ikki skuffa áskoðararnar og geva 110 prosent
Vit fingu eisini 22-ára gamla miðvallaran at seta orð á nakað, sum hevur verið nógv umrøtt seinastu árini og eisini frammi í øðrum miðlum fyri stuttum.
Sum bolt.fo skrivaði í síðsta mánaða, so hevur Geza fingið sera góð boð frá donsku myndugleikunum - teimum sum hava arbeitt við umsókn hansara um ríkisborgararætt.
Hon varð í fyrstu syftu avvíst, men eftir kæru gjørdist greitt at Geza David Turi á pappírinum verður føroyingur skjótt.
- Eg “komi ígjøgnum” síðst í hesum árinum. So gongur líka ein tíð, men síðst í januar 2025 havi eg passið.
Tað bar til hjá Geza at søkja fyrstu ferð, nakað eftir at hann fylti 18. Tað hevur harvið verið ein long tilgongd. Nú sæst endin av tunnlinum, tað eigur ikki at miseydnast nú, og gøtumaðurin er lættur um hetta. Hann staðfestir, at tað hevur verið nógv snakkað um hetta seinastu árini, at tað til tíðir hevur verið troyttandi, tí hann sjálvur ikki fær stýrt tí nakað serlig.
- Tí er tað gleðiligt, at tað nú er á veg.
At Geza Turi verður úttikin til A-landsliðið, so skjótt sum høvi býðst, eru tey allarflestu samd í - alt annað hevði veridð løgið. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at hann fer úr Víkingi skjótt eftir, at passið er komið í postkassan.
(Mynd: Sverri Egholm)
Geza hevur ikki fingið farið av landinum at spælt, uttan at missa møguleikan/ verða støðgaður í tilgongdini at fáa passið. Áhugi hevur verið ymsastaðni frá, og spælarin sjálvur dylur ikki fyri sínum ynski. Tó er hann ógvuliga fegin um at spæla fyri Víking.
- Tað er ikki 100 prosent, at eg fari, men tað er ætlanin at royna nakað øðrvísi einaferð. Beint nú er tað tó bara Víkingur, sum eg hugsi um.
Næsta uppgávan hjá Geza og Víkingi er Gent hósdagin 25. juli - í Belgia.
Sí eisini: Eisini seks evropeiskir dystir næstu tvær vikurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald