Gleðistíðindi úr Sarpugerði í kvøld til Víkinga-fjepparar: Felagið boðar á Facebook-síðu sínari frá, at Geza David Turi heldur fram í felagnum
- Hesin hevur staðið ovarlaga á nógvum ynskilistum, men vit halda at hann klæðir nógv best ljósablátt. Tí er tað eisini fantastiskt at kunna kunngerða at “Lítli Geza” í kvøld hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum
Nú 22-ára gamli tekniskt gávaði og skilagóði sentrali miðvallarin fekk av álvara sítt gjøgnumbrot í Betrideildini í 2021, har hann varð valdur til ársins unga spælara. Stóra menningin helt fram í fjør, tá Víkingur eisini vann steypakappingina.
Í ár endaði Víkingur, eins og í fjør, á 2. plássi við einum ógvuliga lokalum liði. Ungarskt-føddi Geza Turi, ið hevur búð í Norðragøtu síðani hann var fimm-ára gamal, er ein lykil í hesum. Nakað av gitingum hava verið um framtíð hansara, nú sáttmálin stóð at ganga út, og evnini eru so eyðsæð. Nú hevur nummar 15 so longt til og við 2025.
Fyripurningar hava eisini verið uttanlands, men høvuðsorsøkin til at Geza heldur aftur, er vantandi føroyska passi. Tað er ikki so langt vekk nú, men talan er um langa tilgongd, og sum bolt.fo hevur víst á, so verður tað ikki fyrrenn næsta summar - í fyrsta lagi. Geza David Turi vil vera føroyskur landsliðsspælari, og hann verður allarhelst úttikin so skjótt sum til ber.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald