Fótbóltur

Geza og Grimsby sendu Manchester United út eftir brotssparksdrama

Føroyingurin var ísakaldur, tá hann skuldi royna seg úr ellivu metrum.Eitt bragd hjá Grimsby men ein eyðmýking hjá United, sum var aftanfyri 2-0 tá eitt korter var eftir móti League Two-liðnum.

2025-08-27 22:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grimsby Town var ósigrað í kappingarárinum undan kvøldsins dysti móti Manchester United í 2. umfari í Carabao Cup.

Tað er liðið hjá Geza David Turi framvegis.

Manchester United hevur havt nógv vánalig ár, síðani Sir Alex Ferguson fór, og síðani FA Cup-sigrin í 2024 hevur bert ginið ein vegin: Niðureftir.

Hetta gjørdist enn eitt lágpunkt hjá Ruben Amorim og hansara monnum, sum sóu so at siga púra tannleysir út fyri steðgin. Tað var fult uppiborið, at Grimsby var á odda - tað var 2-0 í steðginum. Bæði málini komu eftir óskil hjá Manchester United og serliga vánaligt málverjuspæl hjá André Onana.

Grimsby kundi tó ikki gera annað enn at taka av, og tað sá als ikki út til at vera eitt lið úr fjórðbestu deildini móti einum úr Premier League

Geza fekk stóru upplivingina - langt brotssparksmaraton

Manchester United fekk tingini at hanga nakað betri saman á 2. hálvleik. Spælarar sum Bruno Fernandes og Bryan Mbuemo komu inn, og síðstnevndi minkaði um munin í 75. minutti.

Geza Dávid Turi kom á vøllin í 64. minutti. Føroyingurin vísti til tíðir góðar taktir við bóltinum, men Grimsby kom undir vaksandi trýst. 

Í 89. minutti javnaði Harry Maguire eisini til 2-2. Í fyrstu umførunum í Carabao Cup verður farið beint til brotssparkskapping. 

Her gjørdist talan um eitt satt maraton. Manchester United kundi annars avgerða alt við sínum fimta skotið, tí Grimsby hevði misnýtt sítt triðja, men nýinnkeypti Matheus Cunha skuldi spæla smartur, og Grimsby-málverjin bjargaði sítt einasta av 13 skotum.

[object Object]
Geza David Turi og hinir stórfegnast, tá tað er greitt, at Grimsby vinnur dramaði

Tað var eitt annað dýrt nýinnkeyp hjá United, sum brendi tað, sum var hansara seinna skot í brotssparkskappingini - man kom runt í skjúttum. Bryan Mbuemo rakti yvirleggjaran, og so var ógvuliga stórt ovfarakæti á teimum flestu á Blundell Park, meðan teir í reyðum noyddust at koyra høvdið í hendurnar.

Eitt risa úrslit hjá Grimsby og 24-ára gamli føroyingurin átti sín leiklut.

Tá tað var 5-5 í brotskappingini, skuldi Geza skjóta. Og nummar 15 hjá teimum í svørtum og hvítum var ísakaldur: Miðvallarin sendi Onana skeivan veg, og bóltin heilt niður í vinstra málhorn.

Stór løta hjá gøtumanninum og Grimsby skal víðari til 3. umfar í kappingini. Har tekur Sheffield Wednesday ímóti á Hillsbrough. Hetta verður stutt eftir miðjan september.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder