Grimsby Town og Swindon Town spældu fyri løtu síðani ein dyst, ið so at siga var lagnudystur í stríðnum um at trygja play-off pláss í League Two.
Tað gjørdist Grimsby og Geza David Turi, sum vunnu á Blundell Part, og harvið er nú greitt, at føroyingafelagið í fjórðbestu ensku deildini í mai skulu spæla dystir um uppflyting til triðbestu deildina (League One)
Tað gjørdist í roynd og veru ikki spennandi: 1-0 eftir sjey minuttir, 2-0 um miðjan fyrra hálvleik og beint fyri stegðin økti Jaze Kabia til 3-0. Írski áleyparin fullførdi sítt hatrikk í 58. minutti, og tað endaði 4-0.
Geza David Turi spældi eisini ein góðan dyst. Sambært hagtølunum var føroyski landsliðsmiðvallarin sum vant sterkur í alveringsspælinum, og hann vann nógvar bóltar.
Nummar 15 er byrjaður inni í so at siga øllum dystunum síðai desember, og hevur átt sín stóra leiklut í góðu Grimsby-gongdini.
Við sigrinum fer Grimsby upp á 5. pláss og við 77 stigum fyri 45 dystir - áðrenn seinasta umfar í langa grundspælinum - kunnu ikki fleiri enn eitt lið fáa tað hjá gøtumanninum aftur:
Liðini frá 3. til og 7. pláss spæla play-off dystir. Fyrst hálvfinalur og síðani finalu á Wembley.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald