Fótbóltur

Geza og Ósá vitja undan stórdystinum: Senda úr Sarpugerði frá klokkan 17.15

Fótbóltsskýlið verður sent, og síðani sigur FM1 frá Víkingi-KÍ, sum byrjar klokkan 18.30.

Geza David Turi vitjar aftur í Føroyum - og í Fótbóltsskýlinum. Her í dysti móti júst KÍ í 2022, har Víkingur og KÍ spældi nógvar tættar dystir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Geza David Turi vitjar aftur í Føroyum - og í Fótbóltsskýlinum. Her í dysti móti júst KÍ í 2022, har Víkingur og KÍ spældi nógvar tættar dystir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-19 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjarabroytingar í HB og KÍ, evropeisku lutakastini, flytingarvindeygað, spenningurin í Meistaradeildini og sjálvur dysturin í Sarpugerði verða til umrøðu, tá Rúni á Reynatrøð reikar fyri beinleiðis Fótbóltsskýlið í kvøld.

FM1 sendir úr Norðagøtu frá klokkan 17.15 í sambandi við dystin millum Víking og KÍ - tí fyrsta í 14. umfari.

Jákup Ósá, fótbóltstíðindamaður, og Geza David Turi, vitja.

Síðstnevndi er uppvaksin í Víkingi og ger nú vart við seg í enskum fótbólti. Geza hevur stuttan summarsteðg nú og verður til dyst í kvøld: Tað er barndómsfelagið móti liðnum, har pápin er málverjuvenjari.

[object Object]
Geza David Turi í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jákup Ósa 

Ósá fylgir gongdini í føroyskum fótbólti tætt og fer millum annað at greina støðuna hjá feløgunum og evropeisku møguleikarnar - KÍ skal til Luksemborg og Víkingur til Íslands, meðan NSÍ hevur maltesiska mótsstøðu.

Sí eisini: Yvirlit: Hesar dagarnar spæla føroysku feløgini í 1. umfari

Eftir upptaktina, fær Per Dávidsson Jacobsen orðið. Hann fer at siga frá dystunum millum liðini, sum sjálvdan tapa í landskappingi.

Lurta á FM1 

[object Object]
Mynd: FSF

Umframt dystin í kvøld, sigur FM1 frá báðum dystunum í morgin og í Gundadali sunnudagin. Sunnukvøldið klokkan 19.30 taka vit samanum umfarið í sendingini "3. hálvleikur"



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder