Fótbóltur

Gilli er ikki tøkur

Royndi tvøramaðurin hevur skaða í baklærinum og verður ikki millum nøvnini, ið Håkan Ericson lesur upp beint eftir klokkan 10. Nýggir høgri bakkur skal finnast.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-10-02 07:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin verður úttøka til A-landsdystirnar móti Póllandi og Kekkia. Menninir spæla á Tórsvølli hósdagin 12. oktober og í Plzen 15. oktober.

Ein ávísur spenningur er altíð, áðrenn landsliðsvenjarin kunnger nøvnini. Hesaferð er ein høvuðsspurningur millum annað, um Hallur Hansson verður við aftur eftir steðg í eitt ár. Tað hevur gingið upp og niður við kroppinum, síðani miðvallarin kom aftur eftir krossbandsskaðan. Hetta hevur Hallur sjávur sagt við fleiri miðlar - í gjár spældi hann 90 minuttir, tá KÍ tryggjaði sær føroyameistaraheitið.

Teitur Matras Gestsson hevur verið á vøllinum eftir skaða í lærinum, men lærið gav aftur Teituri trupulleikar leygardagin. Málverjin noyddist at lata seg útskifta í 2. hálvleiki móti B68 og er ivasamur til landsdystirnar.

Ein, sum ikki er tøkur, er Gilli Rólantsson Sørensen. Portalurin hevur fingið váttað, at høgri bakkurin ikki verður við vegna skaðan í baklærinum, sum hann fekk í heimaósigrinum móti Moldova 10. september. Gilli kom ikki út aftur til 2. hálvleik og hevur ikki spælt fyri Vejle síðani fipurskaðan.

Síðst kom René Shaki Joensen inn fyri roynda bakkin, og í Póllandi varð Jóannes Kalsø Danielsen skiftur inn á høgra bakk fyri 31-ára gamla tvøramannin við 65 landsdystum á baki. Gilli Rólantsson hevði leikbann móta Albania í juni. Tá byrjaði Hanus Sørensen á høgra bakki.

HB-bakkurin var skaddur til dystirnar í september. Spurningurin er, um bæði hann og Jóannes Kalsø Danielsen eru úttiknir til hesar dystirnar, nú Gilli ikki verður við. René Shaki Joensen hevur seinastu árini verið úttikin, hvørja ferð hann hevur verið tøkur.

Úttøkan í FSF-húsinum byrjar klokkan 10. Rás 1 hjá Televarpinum vísir beinleiðis, og hon verður at hoyra á FM1.

Meira seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder