Fótbóltur

KÍ føroyameistari fyri triðju ferð á rað

KÍ vann 5-0 á ÍF, og tá Víkingur samstundis vann 6-0 á B36, er 21. føroyameistaraheitið hjá besta mansliðnum í Klaksvík staðfest.

KÍ-spælararnir kundu fegnast saman við teirra fjepparum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-spælararnir kundu fegnast saman við teirra fjepparum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-01 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So var aftur gullregn við Djúpumýru. Kvinnurnar hava fyri einari tíð síðani staðfest sítt fimta føroyameistaraheitið á rað, og í dag kom FM nummar trý á rað hjá monnunum.

KÍ vann sum væntað greitt á ógvuliga skerdum ÍF-liði, har fleiri ungir og lokalir spældi fyri fyrstu ferð frá byrjan ella yvirhøvur í bestu deildini.

Heimaliðið var sannførandi fyri steðgin, har alt varð sett uppá pláss. Nakrir av "the usual suspects" stóðu fyri málunum. Dysturin byrjaði eitt korter seinni enn tann í Sarpugerði, og tá tað í 2. hálvleiki varð greitt, at Víkingur bara bygdi á leiðsluna, kundi FM-veitslan byrja uttanfyri vøllin við neyðblussum og øðrum.

Árni Frederiksberg hevði bóltin í málinum eftir ein tíma, men hjálpardómarin sá ikki, at bólturin var innanfyri. Harvið fekk nummar 7 ikki sítt hattrikk, men maðurin, ið kom inn fyri hann, skoraði til 5-0. 18-ára gamli Jóhan Josephsen fekk síðsta orðið og sítt fyrsta mál í fremstu røð. Áleyparin var ísakaldur, tá ein annar ungur lokalur innskiftari, Silas Gaard, sendi hann væl avstað, og so var stórur fagnaður.

[object Object]
Árni Frederiksberg og aðrir á bonkinum komu at fagna nýggja málskjúttanum (Mynd: Sverri Egholm)
 
[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

5-0 sigurin var sum so ikki ov lítil eftir dystargongdini, og KÍ hevur aftur vunnið eitt føroyameistaraheiti á samanlagt tryggjan hátt.

Myndir og meira seinni

24. umfar í Betrideildini

Í dag, sunnudagin 1. oktober

KÍ - ÍF 5-0 (4-0)
6' Jóannes Kalsø Danielsen (Árni Frederiksberg)
31' Árni Frederiksberg 2-0
40' Páll Andrasson Klettskarð (Hallur Hansson) 3-0
42' Árni Frederiksberg (Patrick Da Silva) 4-0
88' Jóhan Josephsen (Silas Gaard) 5-0

Víkingur - B36 6-0 (1-0)
22' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
49' Olaf Bárðarson 2-0
58' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 3-0
75' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 4-0
79' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 5-0
82' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 6-0

Sí eisini: Víkingur fullkomiliga eyðmýkti B36

TB - EB/Streymur 0-1
5' Bergur Poulsen (Virgar Jónsson) 0-1 

Í gjár, leygardagin 30. september

07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
20' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Mathias Voss) 1-0
31' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Jasper van der Heyden) 2-0
66' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 2-1

Sí uppstillingar og annað her

HB - B68 3-3 (2-2)
3' Adrian Rúnason Justinussen (Heri Hjalt Mohr) 1-0
21' Mikkel Dahl (Dan í Soylu) 2-0
32' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen 2-2
55' Matthias Præst Nielsen (Adrian Rúnason Justinussen) 3-2
90' Aleksandur Ólavsson Jensen (Alex Mellemgaard) 3-3

Sí eisini: B68 gjørdi bart í Gundadali- AB í stórum trupulleikum

Støðan:

1. KÍ 65 stig (24 dystir)
2. B36 53 stig (24 dystir)
3. Víkingur 51 stig (24 dystir)
4. HB 49 stig (24 dystir)
5. 07 Vestur 37 stig (24 dystir)
6. EB/Streymur 24 stig (24 dystir)
7. B68 21 stig (24 dystir)
8. TB 16 stig (24 dystir)
9. ÍF 15 stig (24 dystir)
10. AB 13 stig (24 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder