H71.fo: Sveitsiska ferðalagið fór heimanífrá í morgun árla og ferðast hendavegin um Keypmannahavn. – Vit gleða okkum at koma til Føroya, sigur forsetin í Spono Eagles, Andras Balmer.
Steypavinnararnir í sveitsiskum hondbólti hjá kvinnum vitja um vikuskiftið okkara føroysku steypavinnarar, og dystirnir í EHF Europa Cup-kappingini millum H71 og Spono Eagles verða spældir í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið og sunnukvøldið, bæði kvøldini klokkan 18.
– Fyri mítt viðkomandi má eg ásanna, at tað ikki er nógv, eg veit um føroyskan hondbólt. Satt at siga, var eg so eiðasørur, at eg í fyrstani helt, at H71 spældi í bestu donsku deildini, men skjótt fann eg útav, at tit sjálvandi hava tykkara egnu bestu deild í Føroyum, sigur forsetin í Spono Eagles, Andreas Balmer.
Hann og hini í sveitsiska hópinum hava pakkað viðføri og gjørt seg til reiðar til ferðina, ið loftvegis gongur um Kjøpinhavn. Ferðalagið fór úr Sveits í morgun og er væntandi í Føroyum út á seinnapartin.
– Nú havi eg so funnið útav, at Føroyar í hondbólthøpi eru partur av norðurlendsku traditiónini, har hondbólturin hevur nógv størri týdning enn hann hevur tað í Miðeuropa og Sveits. Hjá okkum eru skíðing og fótbóltur nógv størri, men hondbólturin er tó á veg fram. Enn stendur kvinnuhondbólturin tó nakað í skugganum av manshondbóltinum, men tað kemur, sigur forsetin.
Elsa Egholm og hinar í H71 fáa sveisiska mótstøðu um vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)
– Okkara kvinnulandslið er mannað við spælarum, sum dagliga spæla í Týsklandi, Fraklandi og aðrastaðni, so tað grør um gangandi fót. Á liðnum hjá Spono Eagles, sum nú vitjar í Hoyvík og Føroyum, eru allir spælararnir sveitsiskir uttan tann eini, sum er úr Danmark.
Fleiri europeiskar royndir
Spono Eagles hevur síðani 1991 javnan verið við í europeisku kappingunum enn H71, og fleiri av spælarunum hava spælt europeiskar dystir. Men sjálvur er Andreas Balmer so mikið nýggjur í forsetastólinum, at í ár er fyrstu ferð, hann stendur á odda fyri felagnum og skal umboða tað úti í Europa.
– Eg havi bara verið forseti í hálvtannað ár, og í fjør vóru jú ongar europeiskar kappingar, tí korona kom í vegin. At tað júst var eitt føroyskt lið, vit fingu í lutakastinum, dámdi mær bara væl, tí eg haldi, at Føroyar minna eitt sindur um Ísland, har eg havi verið, so eg síggi fram til at síggja tykkara land, sigur fryntligi forsetin.
Hann kundi saman við hinum fegnast um, at Spono Eagles vann so sannførandi samlaðan sigur á KHF Vushtrria úr Kosovo, at málmunurin var ikki minni enn 83-20 yvir báðar dystirnar. Tí royna vit eisini at fritta hann, um hann ikki sær sítt lið sum favoritt undan ferðini til Føroya:
– Nei, tað vita vit einki um, tí vit snøgt sagt kenna ov lítið til H71-kvinnurnar. Vit gleða okkum til at fáa aðra mótstøðu enn hana, vit eru von við úr heimlandinum, tí í bestu deildini í Sveits eru bara átta lið. Eisini vilja vit fegin koma onkra aðrastaðni at spæla og sleppa at uppliva eitt annað land, sigur Andreas Balmer.
– Eg kann til stuttleika nevna, at seks av okkara spælarum verða verandi í Føroyum líka til mikudagin, tí teir vilja halda feriu har í nakrar dagar – men tó ikki fyrr enn at arbeiðið er fingið frá hondini, leggur hann brosandi aftrat.
Eitt kvinnufelag burturav
Sum áður nevnt, eru H71 og Spono Eagles javngomul feløg, ið bæði eru sett á stovn í 1971. Í dag er Spono Eagles tó burturav eitt felag við kvinnuliðum:
– Tá ið vit tosa um børn undir 9 og 11 ára aldur, so eru onkrir dreingir við, men tá ið teir fylla 12 ár, mugu teir fara til okkurt annað felag, sum teir gjarna finna í einum av grannabýum okkara, sigur forsetin, ið tó rættar seg sjálvan og sigur, at eitt manslið er eftir í felagnum.
– Tað eru menn yvir 35 ára aldur, sum í síni tíð vóru við til seta felagið á stovn. Men kvinnurnar hava yvirhálað teir fullkomiliga, tí tær hava roynst best øll árini, so felagið í veruleikanum er eitt felag, ið burturav hevur gentu- og kvinnuhondbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald