Fótbóltur

Glyvramaður skal nú hava heimavøll á Svangaskarði

Ungi og evnaríki áleyparin skiftir úr grannunum NSÍ, sum hann skoraði seks mál fyri í 15 dystum hetta kappingarárið. - Eg eri spentur uppá projektið hjá B68; hópurin er ungur og spennandi, og eg kenni flestu leikarnar. Eisini spældi tað nógv inn, at Jákup á Borg er venjari, og føli eg, at hann kann menna meg sera nógv sum leikara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-10 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit í B68 kunnu við stoltleika kunngera, at vit hava ognað okkum eitt tað evnaríkasta talenti í føroyskum fótbólti.

Soleiðis skrivar B68 seint fyrrapartin, í samband við at felagið kunnger at Jørgen Nielsen hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við felagið.

Sí video ovast í greinini

U21 landsliðsleikarin, sum seinni í mánaðinum fyllur 19 ár, hevur annars bert umboðað grannarnar NSÍ í føroyskum fótbólti. Sum heilt ungur var hann eitt stutt skifti í Danmark og spældi og í fyrru hálvu í ár, umboðaði Jørgen Östers í Svøríki.

Tað verður mett, at Jørgen Nielsen er eitt av mest spennandi álopstalentunum í føroyskum fótbólti, og B68 lýsir nýggja leikara sín á hendan hátt:

- Hóast sín unga aldur er hann ein sera komplettur áleypari. Hann er skjótur, sterkur, djarvur og hevur sera góðar bólteginleika.

Síðsta kappingarár spældi hann ikki á sínum nátúrliga plássið, men ístaðin á vonginum. Tó skoraði 18-ára gamli glyvramaðurin seks mál í 15 dystum fyri niðurflytarnar NSÍ, og hann skoraði eisini í sínum fyrsta U21-landsdysti - í 1-1 javnleikinum móti Serbia í Klaksvík. 

[object Object]
Jørgen Nielsen í U-landsdyst á Svangaskarði

[object Object]
Hann er uppvaksin í NSÍ, og skorar her í evropeiskum dysti, men skal nú hava heimavøll á Toftum - talan var um eina stóra avgerð, sigur ungi áleyparin (Myndir: Bjarni Enghamar)

Nú skiftir Jørgen, ið júst hevur gjørt avtalu við umboðsmannafelagið NextStep Sports Management, sum Tummas Juul Sólbjørnsson Thomsen nú er partur, til grannarnar.

- Hetta var ein stór avgerð at taka, sum eg havi hugsað nógv um. Eg eri spentur uppá projektið hjá B68; hópurin er ungur og spennandi, og eg kenni flestu leikarnar.

Venjarin hevði ein týðandi leiklut í avgerðini, sigur Jørgen Nielsen, sum samanlagt hevur spælt 38 dystir og skorað níggju mál fyri besta liðið hjá NSÍ, eisini við Facebook-síðuna hjá B68.

- Eisini spældi tað nógv inn, at Jákup á Borg er venjari, og føli eg, at hann kann menna meg sera nógv sum leikara

Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen skifta báðir til B68 úr B36. Greitt er eisini, at allir teir útlendsku leikararnir - fyriuttan miðverjan Aiden Liu - halda fram á Svangaskarði. Spurningurin er so, um B68 fer at royna at styrkja seg meira til næsta kappingarár.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder