Í borðtennis er eisini liðkapping á skránni í dag. Føroyar spæa tríggjar dystir í dag og tveir í morgin áðrenn greitt er hvussu víðari við miðumfari og finalum.
Fyrsti dysturin í dag var móti Menorca. Hendan dystin vunnu Føroyar 5-2. Føroyingar taptu tveir harrasinglar, men vunnu annars allar hinar dystirnar, onkran tó uttan at spæla.
Seinni stóð Hetland á skránni, og her var ongin slingur í valsinum. Føroyingar vunnu allar dystirnar, úrslitið gjørdist 7-0.
Í kvøld spæla Føroyar móti Gotlandi, sum er favorittur at vinna, og í morgin eru mótstøðuliðini Jersey og Áland, sum eisini verða mett millum tey sterku liðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald