Tað hevur verið ein fyrri hálvleikur uttan teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tó so hava Rumenar siti á tí mesta av spælinum og havt nakrar royndir, tó uttan at vera heilt vandamiklir.
Eftir eitt korter vóru føroyingarnir ónøgdir við, at eitt reytt kort ikki var givið til rumenar, tá Klæmint Olsen var feldur av aftasta manni. Dómarin valdi at geva gult kort í støðuni.
Eftir 22 minuttir høvdu rumenar størsta møguleikan higartil, men Gunnar Nielsen bjargaði væl skotinum frá Hagi.
(Mynd: Sverri Egholm)
Føroyska liðið er væl skipað og gevur fáa upplagdar málmøguleikar burtur.
Føroyska landsliðið hevur eisini bitið frá sær og havt nøkur fín álop. Eftir hálvan tíma fingu vit fyrsta føroysku málmøguleikan eftir flott álop gjøgnum vinstru síðu, ið endaði við at Jóannes Bjartalíð leggur væl inn fyri til Klæmint Olsen, ið skallaði ímóti málinum, men málverjin bjargaði út til horna.
Fyri at taka saman um hevur talan verið um ein lívligan fyrra hálvleik, har føroyingar hava víst góðar taktir, móti einum ágangandi rumenskum liðið, ið hevur tørv á vinna.
EM undankapping, bólkur F - 7. Umfar.
Tórsvøllur 12. Oktober
Føroyar – Rumenia (0-0)
Eftir dystin taka vit samanum, fáa viðmerkingar úr føroysku leguni og hava myndir av Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald