Hondbóltur

Góður føroyskur venjingardystur ímóti BSV

Danska stórfelagið átti munin seinasta korterið, men Føroyar vístu fleiri góðar taktir og vóru leingi á odda.

Jónas Gunnarsson Djurhuus spældi ein sera góðan dysti - Mynd: Sverri Egholm

Jónas Gunnarsson Djurhuus spældi ein sera góðan dysti - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-07 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið og besta liðið hjá Bjerringbro-Silkeborg hittust í kvøld í Høllini á Hálsi. Talan var um ein sokallaðan framsýningardyst, og nógv fólk vóru komin til dystin. Stórur partur av hópinum hjá Bjerringbro-Silkeborg hevur havt hondbóltskúla í høvuðsstaðnum tveir teir seinastu dagarnar saman við føroysku landsliðsleikarunum, og í gjár hevði venjarin Peter Bredstoft Larsen venjaraskeið í Hoyvíkshøllini.

Myndir frá dystinum

Dysturin hevði týðiliga týdning fyri føroyska liðið. Tað er ikki hvønn dag, at liðið fær møguleika at spæla venjingardyst, so her var ein góður møguleiki ímóti sterkum mótsstøðuliðið. Gamaní er hvørgan av liðunum í dystarvenjing, og tí var ikki spælt við eins nógvum inntensi og ferð, sum í tí vanliga honbóltsdystinum á altjóða støði.

[object Object]
(Bartal Klein Olsen var ein av teimum, ið fekk roynt seg - Mynd: Sverri Egholm) 

Slíkum dystum líkt komu nógv mál - serliga fyrru hálvu av 1. hálvleiki. Verjuspælið kom ikki heilt upp at koyra, men okkara vóru meira effektivir, og Nicholas Satchwell fekk fatur á nøkrum bóltum, so at Føroyar bygdu eina leiðslu upp, ið helt allan 1. hálvleik. Í nøkrum førum var hon heilt uppi á trimum málum.

Føroyska liðið fekk trýst BSV og spældi við áræði og royndi at hava ferð á ímóti væl størri og fysisku dønunum. Álopið koyrdi sera væl við Jónas Djurhuus sentralt, og har Peter Krogh fekk fleiri góð mál, og har aðrir tóku ábyrgd eisini. Føroyar skoraðu uppá so at siga hvørt álop fyrstu smaú tjúgu minuttirnar, men so byrjaðu okkara at brenna eitt sindur og gjørdu nøkur mistøk. Hetta tók ikki leiðsluna vekk, tí hóast gott álopsspæl í 1. hálvleiki hjá BSV, so gjørdu teir á danska stórfelagnum eisini mistøk, og m.a Niklas Simonsen bjargaði væl frá Jóhan á Plógv á Hansen tvær ferðir. BSV rondi seg við sera høga Nicolaj Markussen sum 1'ari ímóti endanum av hálvleikinum, men hetta órógvaði ikki so nógv.

[object Object]
(Peter Krogh var deildur toppskjútti hjá Føroyum við seks málum - Mynd: Sverri Egholm) 

Føroyska liðið helt á við góðu taktunum fyrstu minuttirnar av 2. hálvleiki og kom uppá 20-17. Men so fekk Bjerringbro-Silkeborg fýra mál á rað. Hetta hekk millum saman við, at nógvar útskiftingar vóru á føroyska liðnum hesa løtuna: Millum annað fóru Jónas, Peter og Rói Berg Hansen allir út. BSV tyktist nú at spæla við meira fokus, Kasper Larsen ið var komin inn í málið tók betri frá, og seinnu hálvu av 2. hálvleiki var útliðið omaná. Manglandi dystarvenjingin og nógvu skiftingarnar tóktust at ávirka føroyingarnir meira. Væl fleiri feilir sóust, tað gekk striltið at fáa mál, og Bjerringbro Silkeborg trekti frá - ímillum annað orsakað av nógvum málum frá Jóhan á Plógv.

Samanumtikið ein góður venjingardystur hjá føroyska liðnum fram ímóti komandi HM-undankapping. 

Høllin á Hálsi 07.08 
Føroyar - Bjerringbro Silkeborg 25-33 (16-14)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-6
15 min: 10-8
20 min: 12-10
25 min: 14-12
35 min: 18-17
40 min: 20-19
45 min: 21-21
50 min: 23-27
55 min: 24-30


Føroyska liðið frá byrjan: Nicholas Satchwell - Niklas Selvig, Vilhelm Poulsen, Jónas G. Djurhuus/Brandur Halgirssson, Rógvi Dal-Christiansen, Peter Krogh, Rói Berg Hansen

- Sama liðið byrjaði 2. hálvleik. Niklas Simonsen, Sámal á Tjaldrafløtti, Pætur Mikkjalson  og Hans Eli Sigurbjørnsson vóru inni í báðum hálvleikunum. Í 2. hálvleiki komu Leivur Mortensen, ið skoraði uppá ein flúgvara, Bartal Klein Olsen og Niklas Højgaard Hanusarson inn

Útvísingar: Rógvi 2, Brandur 1, Jónas 1, Petur 1

Føroysku málskjúttarnir: 
Peter Krogh 6 
Jónas Gunnarsson Djurhuus 6 (1)
Niklas Selvig 4 (1)
Rógvi Dal-Christiansen 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1
Pætur Mikkjalson 1
Sámal á Tjaldrafløtti 2
Hans Eli Sigurbjørnson 1
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 6
Niklas Simonsen 5 (1 uppá brotsskast frá Jóhan)

Bjerringbro-Silkeborg: 
Jóhan á Plógv Hansen 7 (2)
Nikolaj Øris Nielsen 5
Mads K. Andersen 5
Jacob Larsen 5
Micheal V. Knudsen 3
August Petersen 4
Mads Øris Nielsen 2
Nikolaj Markussen 1
Orri Jónsson 1
  


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder