Stemningurin var sera góður í St. Peter Port, tá 19. oyggjaleikirnir vórðu settir fyrr í kvøld. Tað eru í ár júst 20 ár síðan, at leikirnir vóru á Guernsey seinast.
Setanarhátíðarhaldið fór fram niðri á havnini í høvuðsbýnum á Guernsey, har eitt vælmannað og vælspælandi orkestur spældi undan haldinum fyri at fáa luttakarnar í veitslulag.
Yngsti luttakarunum á oyggjaleikunum, 14 ára gamli svimjarin, Líggjas Joensen bar føroyska vatnið fram til brunnin, sum goysir meðan leikirnir fara fram (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sjálvt haldið var á einum stórum parkeringsplássi, har allar oyggjarnar marsheraðu inn, røður vórðu hildnar, vatn frá øllum limaoyggjum varð blandað og oyggjaflaggið vundið á stong. Tey, ið hildu røðu vóru umboð fyri nevndina, ið skipar fyri leikunum, Jörgen Petterson, álendski forsetin fyri oyggjaleikasambandið IIGA, og so “the bailiff of Guernsey”, Richard McMahon, sum setti leikirnar.
Fleiri túsund fólk fagnaðu
Tá officiella setanin var av, fóru øll ítróttafólkini til gongu eftir esplanaduni fram við havnini.
Hetta gjørdist eitt óvanliga væleydnað tiltak, tí Guernsey-búgvar vórðu møtt upp í túsundatali fyri at síggja gonguna fara fram við.
Børn, foreldur, vaksin og gomul stóðu allan vegin framvið, og fagnaðu teimum gott 3.000 ítróttafólkunum úr teimum 24 luttakandi oyggjunum og oyggjabólkunum.
fleiri teirra heilsandi ítróttafløggunum við "high fives".Øll veitrandi við fløggum og klappandi at teimum umleið 3.000 ítróttafólkunum úr 24 oyggjum og oyggjabólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald