Tað var ein tíð, har Arsenal og Manchester United vóru fremstu biðlarnir til meistaraheitið í Onglandi. Tað var eisini ein tíð, har leikarar og venjarar á liðunum ikki kundu tola hvønn annan. Tað var Wenger ímóti Ferguson og Viera ímóti Keane. Van Nistelrooy kom í fokus, ein ungur Fabregas kastaði pizza í andlitið á Ferguson, og menn fóru næstan til hendurs á vøllinum og í leikaragongini.
Tingini broyttust, eftir at José Mourinho kom til Onglands í og fekk Chelsea á ovastu rók í 2005 og 2006. Arsenal misti eisini fíggjarligu styrki, tá nýggi leikvøllurin varð bygdur og skuldi gjaldast. Liðið hjá Wenger megnaði ikki longur heilt at kappast um meistarheiti, fíggindaskapurin følnaði nakað og tá Arseanl seldi Robin Van Persie til United í 2012, var ikki so nógv eftir av honum.
Seinastu árini hava Arsenal og United ikki verið nær við meistaraheitið. Bæði eru í gongd at byggja upp av nýggjum, og bæði hava í løtuni 44 stig í Premier League og eru fýra stig frá fjórða plássinum. Liðið hjá Unai Emery er ein av favorittunum at vinna Europa League, men annars er FA Cup, eins og hjá United, besti møguleikin til at vinna eitt steyp í ár.
Fyrst í desembur hittust United og Arsenal á Old Trafford. Í einum undirhaldandi, ferðmiklum og inntensum dysti leiktu liðini ein 2-2 javnleik. Hetta var ein av seinastu dystunum hjá Mourinho við róðrið hjá United. Nú er tað Solskjær, og norðmaðurin fer í kvøld eftir áttanda sigrinum sum United-venjari. Hetta er dystur nummar átta. Fyrrverandi áleyparin hevur royndir at spæla týðandi dystir ímóti Arsenal og var ímillum annað við til í ógloymandi hálvfinaluna á Villa Park í 1999, tá Ryan Giggs avgjørdi dystin í longdari leiktíð.
Hjá Arsnal er fyrrverandi United-leikarin Henrikh Mkhitaryan ikki tøkur, og nakrir leikarar hjá heimaliðnum eru langtíðarskaddir. Seinast var tað Héctor Bellerín sum kom á listan, tá hann liðbandið í knænum reyk í umráðandi sigrinum á Chelsea reyk í vikuskiftinum. Alexis Sanchez, ið skifti felag við Mkhitaryan fyri einum árð síðani, er aftur tøkur fyri United. David De Dea verður spardur í kvøld.
Lagt er upp til ógvuliga spennandi dyst, tá tvey av topp-seks liðunum royna at koma í 5. umfar í FA Cup. Bristol City og Bolton spæla eiisni í kvøld.
19.55: Arsenal - Manchester United (Kanal 6 - Viaplay)
Fótbóltur
Gomlu fíggindarnir dystast í London í kvøld
Arsenal og Manchester United, ið eisini kappast um Champions League-plássini, hittast í kvøld í FA Cup.
Talan kann gerast um ein ógvuliga tættan og inntensan dyst, tá United og Arsenal hittast á Emirates leikvøllinum í kvøld (Mynd: EPA)
2019-01-25 17:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald