Fyrr í kvøld var Hødd á vitjan í Oslo, har næstbesta liðið hjá Vålerenga tók ímóti í fyrsta dystinum í triðja umfari. Heimaliðið var á odda í steðginum, men í 2. hálvleiki skoraði Bendik Engen tvær ferðir og fyrrverandi NSÍ-miðvallarin, Peder Nersveen eina ferð. Jann Benjaminsen er fastur maður á høgra bakki og spældi í kvøld 82 minuttir. Við sigrinum leggur Hødd seg fyribils á odda í bólki eitt í triðbestu deildini við sjey stigum fyri tríggjar dystir.
Peder Nersveen í nærdysti við Dan í Soylu í dysti í 2019, tá norðmaðurin gjørdi vart við seg í NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Í hinum bólkinum í PostNord-ligaen er Egersunds eitt av trimum liðum við fullum stigatali eftir tvey umfør. Egersunds vann í vikuskiftinum 3-2 á útivølli móti Notodden. Patrik Johannesen spældi, eins og í 1. umfari, allar 90 minuttirnar, og tvøramaðurin fekk eitt mál. Tað skoraði hann í 18. minutti. Talan var um beinleiðis fríspark úr áleið 25 metrum til høgru, ið tók málverjan, ið helt at talan fór at verða um innlegg, á bóli. Snilt og gott frá 25-ára gamla føroyinginum, sum hevur skora í venjingardyst, men sum hevur verið á máltalvuni í kappingardysti fyri nýggja felag sítt, ið spælir aftur í annaðkvøld.
Sí málið frá 0.34 á videobroti á heimasíðuni eikfotball.no
Les eisini: Jann og Patrik eru nú av álvara komnir í gongd
Í deildini omanfyri er Sandnes Ulf beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Ari Mohr Jónsson hevur verið darvaður av skaða seinasta mánaðan. Hann fór út við skaða í í fyrra hálvleiki í dysti 29. mai, noyddist so at geva avboð til A-landsliðið, royndi aftur 12. juni, men noyddist aftur av vølli í 1. hálvleiki. Sandnes vann tann dystin 1-0, annars er eingin sigur komin í hús hendan mánaðan.
Tað gongur nógv betri hjá Bryne, og serliga hjá Meinhardi Egilsson Olsen - í øllum førum tá tað kemur til málskjóting. Á útivølli móti Start síðsta vikuskifti javnaði vinstri vongurin til 1-1 fimm minuttir fyri steðgin við frálíkum fluktara. Hetta var fjórða málið í fýra dystum eftir landsliðssteðgin hjá Meinhardi, og 24-ára gamli føroyingurin hevur samanlagt seks mál í átta dystum, umframt tvey upplegg.
Meinhard Egilsson Olsen hevur av álvara havt viðgongd í Bryne (Mynd: Sverri Egholm)
Start kom aftur á odda eftir steðgin, men júst sum yvirtíðin byrjaði gjørdi heimaliðið sjálvmál og langt inni í yvirtíðini avgjørdi Joachim Holtan dystin. Meinhard Olsen var tá skiftur út - Rógvi Baldvinsson spældi sum vanligt fullan dyst í miðverjuni og fekk gult kort. Uppflytararnir Bryne hava tikið nógv á bóli og eru á 3. plássi í næstbestu deildini við 14 stigum. Tað eru trý stig frá oddaliðnum HamKam, sum í vikuskiftinum tapti fyri Raufoss, ið hevur Mikkel Frankoch og Mathias Nygaard, danirnar sum vunnu greipuna við HB í fjør, í hópinum.
Í bestu deildini hevur Gilli Rólantsson spælt fast fyrstu tíðina í nýggja felganum Odds BK, men leygardagin kom 28-ára gamla tvøramanninum ikki inn fyrrenn í 72. minutti. Tá var støðan 3-0 til heimaliðið, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið móti Tromsø. Harvið er Odds á 7. plássi við tólv stigum fyri átta dystir og hevur leikt færri dystir enn liðini omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald