Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini - einasta FM-heitið higartil var í 1978.
Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.
Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið, og mikukvøldið vóru seinastu leikirnir fluttir í unglingadeildini. Tá liðugt var á øllum borðum, kundu tey fegnast í Gøtu Talvfelag.
Endaliga støðan í unglingadeildini:
1. Gøtu Talvfelag 22 stig
2. Sandavágs Talvfelag 20
3. Klaksvíkar Talvfelag 19½
4. Havnar Telvingarfelag 19
5. Havnar Telvingarfelag 18
6. Talvfelagið Rókur 13
7. Stranda Talvfelag 13
8. Tofta Talvfelag 10½
9. Gøtu Talvfelag 9
Á liðnum hjá Gøtu Talvfelag í unglingadeildini í vetur hava verið: Pætur Andreasen, Leon Ellingsgaard, Fríði Heinesen, Andrias Áslakksson, Sakarias Jacobsen, Andrias Gøthe, Lukas Carstensson, Magnus Petersen og Jáku í Garði Heinesen.
Gøtu Talvfelag taldist í síni tíð millum frægu feløgini í landinum. Í 70-unum vóru gøtumenn fastir fúsir í A-deildini, sum tað tá kallaðist. Oddamenninir vóru Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein, men fleiri aðrir royndust eisini væl.
Í 1978 vann felagið unglingadeildina. Á liðnum vóru Jónfinn Thomsen, Jógvan Gregersen, Reinhold Isaksen og Petur Páll Mikkelsen. Teir vunnu spælandi tað árið, men ikki fyrr enn nú í 2024 lukkaðist felagnum aftur at vinna unglingadeildina. Til stuttleikar kann nevnast, at liðini vóru eisini níggju í alt í unglingadildini í 1978.
Gøtu Talvfelag var frammarlaga í bestu deildini miðskeiðis í 80-árunum, serliga tá ið sterki danin Leif Kristensen eitt skifti telvaði í felagnum.
Í vaksnamannadeildunum er Gøtu Talvfelag dottið niður í 3. deild - sama eru fyrrverandi stórfeløg sum Vestmanna Talvfelag og Tofta Talvfelag - men sigurin í unglingadeildini er greitt tekin um, at gróður nú er innan ungdómstelvingina í felagnum, og at framtíðin nú tykist bjartari.
Vinnarar í landskappingini 2024 vóru:
1. deild Havnar Telvingarfelag
2. deild Kollafjarðar Talvfelag
3. deild Tofta Talvfelag
4. deild Havnar Telvingarfelag
Unglingar Gøtu Talvfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald