Grannauppgerð og oddadystur verður í Sponsku landskappingini í kvøld, tá Atletico og Real Madrid bresta saman á Wanda Metropolitano.
Talan er sum oftast um spennandi og livandi dystir tá hesi liðini møtast, og tað er sannlíkt, at soleiðis verður aftur í kvøld, tí bæði liðini hava fingið eina góða byrjan uppá La Liga.
Menninir hjá Diego Simeone, ið stendur á odda fyri Atletico Madrid, hava 13 stig eftir 6 dystir, meðan menninir hjá Zinedine Zidane eru ósigraðir, og liggja á fyrsta plássi við 14 stigum eftir 6 dystir.
FC Barcelona vann fyrr í dag truplan útidyst móti Getafe, hóast teir vóru uttan heimsins besta leikara Lionel Messi. Dysturin endaði 2-0 til Barcelona, og málini skutu Luis Suarez og Junior Firpo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald