Hondbóltur

Grannauppgerð um finalupláss

Tað er meira enn tað vanliga uppá spæl, tá Kyndil og Neistan hittast seinnapartin.

Kyndil og Neistin bresta saman í stríðnum um FM-finalurnar í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og Neistin bresta saman í stríðnum um FM-finalurnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-14 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fokus í føroyska hondbóltsheiminum hevur allarmest verið á manslandsliðið seinastu vikuna. Mennirnir hava spælt tveir EM-undankappingardystir móti Ukraina, har tann seinni, ið var í Royal Arena í gjár, var ein frálíkur dystur við einum frálíkum føroyskum avriki.

Les meira: So tepurt sum gjørligt í Royal Arena

Í dag eru tveir dystir í SMS-deildini. Tvey umfør resta í, og tann fyrri av dagsins dystum er avgerandi. Kyndil og Neistin spæla um pláss í finaluni saman við VÍF, ið hevur tryggja sær tað.

Liðini hava spælt tríggar ferðir móti hvørjum øðrum, og Kyndil hevur hvørjaferð vunnið tepurt (eina ferð við einum málið og tvær ferðir við tveimum málum) Harvið er Kyndil betri innanhýsis og hevur tí fyrimunin samanlagt. Um tær grønu vinna í dag, so eru tær í finaluni. Um Neistin vinnur, so er ógvuliga spennandi seinasta umfar fryi framman, tí Nesitin skal tá til Vestmannar.

Lagt er tí upp ein ógvuliga spenanndi og tættan dyst í Høllini á Hálsi í dag.  

14.00: Kyndil - Neistin

Klokkan 16.00 spæla VÍF og Stjørnan í Vestmanna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder